top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

VINNUHÚSIÐ | Stjórin í Finans Norge kemur at greiða frá um burðardygd

Hósdagin 20. januar kl. 14 verður tiltak í Vinnuhúsinum, har stjórin í Finans Norge, Idar Kreutzer, greiðir frá, hví tær reglur, sum ES setur í verk fyri at tryggja ein burðardyggan búskap, eisini eru viðkomandi fyri Føroyar, og hvørja ávirkan tær kunnu fáa her á landi.

(Mynd 📸 Finans Norge. Á myndini Idar Kreutzer, forstjóri í Finans Norge)


Idar Kreutzer er norðmaður og hevur síðani 2012 verið forstjóri í Finans Norge. Kreutzer hevur millum annað verið formaður fyri serfrøðinganevndini hjá norsku stjórnini um at tryggja grønt kappingarføri og hevur stýrt verkætlanini Vision 2050 hjá World Business Council for Sustainable Development. Hann er í dag limur í klima- og miljøministerens klimaråd í Noregi.


Les meira um hansara drúgvu bakgrund her Tiltakið er serliga viðkomandi fyri fyritøkur, sum handla við ES, og fyri fíggjarstovnar í Føroyum.

Tiltakið er ókeypis fyri limir í einum av feløgunum í Vinnuhúsinum, men neyðugt er tó við tilmelding á industry@industry.fo Talan er um tiltak, sum ætlanin var at hava í oktober 2021, men sum varð útsett, tí flogfarið fekk ikki lent. Skrá hósdagin tann 20. januar 2022: Kl. 14.00: Idar Kreutzer leggur fram um ES Taxonomi.

Eisini fer hann at greiða frá, hví tað er viðkomandi fyri Føroyar og hvørja ávirkan tað fer at hava við sær. Kl. 14.40: Spurningar og kjak


G.G. Framløgan verður á norskum.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Vinnuhúsið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

2 comments

Recent Posts

See All

2 Comments


Guest
Jan 11, 2022

Sera viðkomandi 👍🏻

Like

Guest
Jan 11, 2022

Áhugavert

Like

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page