17 ár síðan Faroe Dive byrjaði - MYNDIR
- Eva Andrésen
- Aug 5
- 1 min read
Í ár eru 17 ár síðani Faroe Dive byrjaðu at útbúgva vinnukavarar og 14 ár síðani byrjað var at útbúgva bjargingarkavarar til føroysku tilbúgvingina.

Tí er stuttligt at hyggja aftureftir á ymiskt, Faroe Dive hevur fingið møguleika at uppliva.
Janus Joensen, stjóri á Faroe Dive, varð spurdur fyrr í ár um hann kundi undirvísa saman við øðrum, í samband við eitt nýtt kavaraleiðaraskeið, ið teir á Nordsjællands Brandskole høvdu stápla upp á beinini. Tað vísti seg at næmingarnir á skeiðnum komu frá Serdeildini hjá Sløkkiliðnum í Keypmannahavn. Sløkkiliðsfólkini á Serdeildini verða brúkt til serliga krevjandi og avbjóðandi átøk. Tað var júst hjá hesari Serdeildini Janus Joensen av fyrstantíð tók útbúgving, sum Bjargingarkavari í tilbúgvingini.
Janus Joensen sigur:
- stuttligt at arbeiða saman við hesum óføra dugnaligu tilbúgvingar monnunum aftur. Fleiri av teimum, hava í dag leiðslu ábyrgd í Serdeildini.
Bæði vanliga sløkkilið og serdeildin í DK, leggja stóran dent á at útbúgva síni starvsfólk, so væl sum gjørligt..
- tíðin flýgur avstað, sigur Janus Joesen






(Photo 📸 FaroeDive)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Faroe Dive, Janus Joensen
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #faroedive #Sjóvinna #FaroeMaritime #Fiskivinna #Maritimeindustry #FaroeIslands #Directory #Faroeislandsmaritimedirectory #UnderwaterWelding #DiverTraining #FaroeIslands #FaroeSea #Directory #Faroeislandsmaritimedirectory #MaritimeInnovation
Fylg LinkedIn #'s:
Comments