top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
Untitled (940 x 280 px).png
Advent BFI NL ysing.png

27 gomul fríhold tikin av botni í Klaksvík


Arbeiðið at rudda havbotnin í Klaksvík heldur fram, og fyrr í vikuni eydnaðist enn einaferð at fáa stórar mongdir av burturkasti av botni fram við Kósakaiini.


Kavararnir Kim Bille Gram og Marni E. Joensen fingu samanlagt 27 gomul fríhold upp av botni.


Samlaða vektin var góð 2.400 kilo, og fleiri av fríholdunum vóru av slíkari stødd, at tey kundu elvt til álvarsligan skaða á skip. Serliga vandamikil kunnu tey vera, um tey enda í skrúvuni á einum skipi.


Hetta arbeiðið er partur av einum størri arbeiði, sum kavaraskúlin hevur framt í samstarvi við havnamyndugleikarnar í Klaksvík. Seinastu 15 árini eru mett 20 til 25 tons av gomlum fríholdum tikin upp av havbotninum í økinum. Tað er ein óhugnaliga stór nøgd og gevur eina ábending um, hvussu nógv kann liggja á botni aðrastaðni kring landið.



Samstundis er grund til bjartskygni. Hvørt einstakt fríhald, sum verður tikið upp, er eitt fríhald minni á havbotninum og ein minni hóttan móti bæði umhvørvinum og siglingartrygdini.


Á myndini síggjast kavararnir saman við Poul Martin Joensen, sum var hjálparfólk undir arbeiðinum í dag. Kavaratoymið vil eisini senda eina stóra tøkk til starvsfólkini hjá Búrhellu, sum hjálptu til at fáa dekkini upp á turt.


Alt arbeiðið, sum varð framt í dag, var gjørt á sjálvbodnum grundarlagi, og er hetta enn eitt gott dømi um, hvussu eldhugað fólk gera mun fyri bæði havnina, havumhvørvið og lokalsamfelagið.


Blue Faroe Islands fegnast um slíkar átøk, sum bæði betra um umhvørvið undir vatnskorpuni og varpa ljós á týdningin av at verja okkara sjóøki fyri komandi ættarlið.



(Photo 📸 FaroeDive)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
YouTube Logo
Instagram Logo



Kelda: Faroe Dive, Janus Joensen

Fylg Facebook #'s:


Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page