Annfinn Hjelm ambassadør hjá EPI
- Eva Andrésen
- May 23
- 1 min read
Updated: May 27
Annfinn hevði eina framløgu fyri limunum í Cruise Baltic. Tiltakið var í Gdansk í Pólandi.

Annfinn Hjelm varð í september í fjør tilnevndur ambassadørur fyri EPI - Environmental Port Index.
Felagskapurin luttók í einari verkstovu hjá Cruise Baltic og her hevði Annfinn Hjelm eina framløgu fyri limunum í Cruise Baltic. Tiltakið var í Gdansk í Pólandi.
Annfinn hevur verið nevndarlimur í Cruise Europe í 10 ár - síðan 2015, men í mai mánað í ár gavst hann í sessinum .
Umhvørvishavnavísitalið, ella EPI, er eitt sofistikerat, men einfalt at brúka fráboðanartól, sum er gjørt til at hjálpa skipaeigarum og havnum at kortleggja eina kós fyri grønu umleggingini. .
Við at samsvara rakstrar- og umhvørvisligu ágóðarnar av at fylgja burðardygd, gevur EPI skipum og havnum heimild til at tryggja eina betri framtíð fyri teirra einstøka virksemi, umframt felags vinnu og samfelagum.

(mynd: Fuglafjarðar Kommuna, eftirgjørd av bfi.fo - og EPI LinkedIN)
Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni
Kelda: Cruise Eurpe
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments