top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

ÁRSFRÁGREIÐING 2023 | Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH) hevði aðalfund fríggjadagin tann 16. februar. Á fundinum legði Jens Meinhard Rasmussen, formaður í RFH, ársfrágreiðinga fram, har hann greiddi frá um virksemið í felagnum og um gongdina í vinnugreinini.


(Mynd 📸 Handilsfelagið fyri Reiðaraskip)


Nevndin frá vinstru: Álvur Højgaard, Sjúrður Johansen, Gunnbjørn Joensen, Hentzar Steingrímsson, næstformaður og Jens Meinhard Rasmussen, formaður. Bogi P. Nielsen manglar á myndini.


Jens Meinhard Rasmussen greiddi m.a. frá, at reiðaríini hjá handilsflotanum skapa størsta útflutningsvirðið av tænastum í Føroyum.


Í 2022 var útflutningsvirðið hjá handilsflotanum 1,13 mia. kr. Hetta svarar til 38% av samlaða útflutninginum av tænastum. Honum á baki kemur ferðavinnan við einum útflutningsvirði uppá 900 mió. kr. í 2022.


Reiðaríini skapa eisini nógv arbeiðspláss í Føroyum. Kanning frá RFH vísir, at í januar 2024 arbeiða 1.350 sjófólk hjá reiðaríum í RFH, og 266 starvsfólk arbeiða á landi.


Føroysk reiðarí leggja um til onnur brennievni

Føroysk handilsskip virka undir altjóða reglum, og reiðaríini eru veruliga farin undir umleggingar til burðardyggar loysnir, sum kunnu samvirka til eitt netto null útlát í 2050.


Nevnast kunnu reiðarí sum Navigare, Skansi Offshore og Smyril Line, sum eru farin undir at byggja og umbyggja skip, sum skulu rekast við ammoniakk og metanol. Eisini eru íløgur gjørdar í battarískipanir fyri at minka útlátið.


Umlegging til onnur og grønari brennievni er sostatt ein av teimum heilt stóru íløgunum, sum vinnan er farin undir. Henda umlegging fer at mynda komandi árini hjá handilsflotanum sum heild.


Á aðalfundinum stóðu Hentzar Steingrímsson, Bogi P. Nielsen, Álvur Højgaard og Sjúrður Johansen fyri vali. Teir vórðu allir afturvaldir sum nevndarlimir.


Sí ársfrágreiðingina HER


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Industry.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page