ASG fingið nýggja heimasíðu
Á heimasíðuni kunnu kundar og samstarvsfelagar fáa upplýsingar um tænasturnar hjá ASG.
(Mynd 📸 asg.fo)
ASG veitir fjølbroyttar tænastur í maritimu vinnuni og tekur sær av verkætlanarleiðslu og ráðgeving innan bygging, umbygging, umvæling, sýn ella klassing av skipum.
Áðrenn reiðarí fara undir slíkar verkætlanir, er neyðugt við ávísum fyrireikingum. Viðhvørt eru hesar sera umfatandi og drúgvar, har m.a. krøv frá ymsum myndugleikum skulu lúkast. ASG hevur hollar royndir frá slíkum arbeiði og kann vegna sínar kundar taka sær av øllum uppgávum í hesum sambandi.
Eitt av høvuðsmálunum hjá ASG er at bøta um trygdina á sjónum. ASG kann á einfaldan og praktiskan hátt skipa fyri og seta í verk skipanir umborð á skipum við atliti til trygd og umhvørvi.
Les um hetta og aðrar tænastur hjá ASG á nýggju heimasíðuni www.asg.fo.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: asg.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments