BFI | Frá praktikk plássi til heimsins høv
Sum ung genta hevði Malena alsk til sjógvin. Hon fór longu í praktikk umborð á Tjaldrinum í 9. flokki, men hóast sjóverk darvaði praktikk tíðina, misti hon ikki móti.
Tá ið Næraberg kom í 2000 ár, var Malena ein av teimum fyrstu sum mynstraðu.
Tað var ongantíð ætlanin at kvinnur skuldu sleppa við Næraberg, men reiðariíð broytt hugsan og lovaði seks kvinnum við Næraberg at byrja við. Malena var ein teirra, og hon var við Næraberg í knøpp tvey ár. Næraberg var um ta tíðina tiltikið fyri at hava nógvar kvinnur umborð.
Eftir tíðina umborð á Næraberg, fór Malena á skúlabonk bæði á Sjónámi og Vinnuháskúlanum og fekk prógv sum skipsførari.
Siglingstíðina hon hevði bert við fiskiskipi, tískil bar ikki til at fáa vinnubræv. Hon fór tí umborð á MAGN, sum var tangaskipið hjá Shell, sum nú er Magn, tá í tíðini.
Í januar í 2006 fekk Malena møguleikan at verða stýrimaður umborð á Dúgvuni, sum røkti siglingina millum Leirvíksfjørð. Norðoyatunnilin lat upp á várið sama ár, og vitandi um hetta, tá ið hon byrjaði, er Malena í dag glað fyri at verða partur av søguliga tiðarskeiðnum í Føroya samferðslusøgu.
Frá søguligari hending í føroyska samfelagnum, gekk ikki long tíð fyrr enn Malena var við í aðrari søguligari hending. Hesa ferið sum partur av í skipaflotanum hjá Mærsk.
Hon hevði longu í eina tíð silgt við Mærsk, fyri síðan at verða við í verkætlanartilgongdini, tá ið tey nýggju E klassa skipini blivu bygd. Talan var um átta nýggj skip, sum blivu bygd tá.
Evelyn Mærsk, skipið, ið Malena mynstraði við, var skip nummar fýra í E klassa røðini.
Malena silgdi við Mærsk sum annar offiserur í 2 ár og umframt Evelyn Mærsk, silgdi hon við Chastine og Charlotte Mærsk.
Í august í 2008 fór Malena í land at arbeiða á Sjónámi í Klaksvík, men síðan januar í 2011 hevur hon silgt fyri fleiri reiðarí, og siglir enn. Malena hevur eisini bygdarráðslimur í Hvannasunds kommunu síðani 2021.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: BLUE FAROE ISLANDS
Fylg okkara Facebook #:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FSN #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag #Sjóvinnustýrið #Vinnuháskúlin #Sjónám #Maskinmeistarafelagið #MF #Samrøða #BFISamrøða #PeturLarsen #MaritimeFaroeIslands #FaroeIslands #KSS #KlaksvíkarSleipistøð #StormFøroyar #Vikmar #AdventManagement #FaroeDive #CentregoMarine #Hiddenfjord #Varðin #Oilwind #FuglafjarðarHavn #KJHydraulik #NorthSeaShipping #Maersk #VarðinPelagic
Fylg okkara LinkedIn #:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FSN #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag #Sjóvinnustýrið #Vinnuháskúlin #Sjónám #Maskinmeistarafelagið #MF #Samrøða #BFISamrøða #PeturLarsen #MaritimeFaroeIslands #FaroeIslands #KSS #KlaksvíkarSleipistøð #StormFøroyar #Vikmar #AdventManagement #FaroeDive #CentregoMarine #Hiddenfjord #Varðin #Oilwind #FuglafjarðarHavn #KJHydraulik #NorthSeaShipping #Maersk #VarðinPelagic
Comments