top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

BFI SAMRØÐA | Tórheðin J. Jensen, Innovatiónir og vitan grundað á royndir 🙂 Partur 1 av 2

Updated: Jun 1, 2022

Tórheðin Jónsveinsson Jensen varð, sum tann fyrsti í Føroyum, útnevndur Doctor in Business Administration (DBA) í Juni 2021, eftir at hava vart doktararitgerð sína á Henley Business School, sum hoyrir til Reading University.


Ritgerðin kallast "Knowledge dynamics in two Faroese seafood clusters: Innovations in a highly tacit environment". Hon snýr seg í stuttum um vitanar-dynamikk í innovatiónum í fiski og alivinnuni í einum vinnuteyggju samanhangi.


Í samrøðuni við Ólav í Geil, sum verður í fleiri pørtum, kemur Tórheðin at leggja ritgerðina fram, og teir báðir fara at hava eitt prát út frá henni. Í hesum fyrsta partinum fara vit at hoyra eina yvirorðnaða innleiðslu og samanbering av fiski- og alivinnuni.

Leinkja til video á YouTube, trýst her


Munurin á DBA og PhD kann í stutt lýsast, at ein PhD er ein granskingargrad fyri kandidatar, sum ynskja eina yrkisleið innan gransking ella tað akademiska, og høvuðskravið er at leggja afturat teoretiskari vitan. Ein DBA er ein doktaragrad sum - eins og PhD - skal leggja afturat teoretiskari vitan, men kandidaturin skal somuleiðis kunna vísa á, at granskingin hevur praktiskan relevans fyri vinnu.


Ritgerðin er ein nágreinilig stakkanning (case-study), sum inniheldur tvær stakkanningar, sum vera samanbornar, eitt fiskivinnufelag (Varðin) og ein alifyritøka (Hiddenfjord). Serligt fokus er á hvønn leiklut praktisk vitan (tacit knowledge) hevur í innovatiónunum, sum hava funnið stað, og hvønn leiklut aðrar fyritøkur í vinnuteyggjuni hava í innovatiónunum, harnæst útlendskar fyritøkur. Somuleiðis, hvat slag av innovatiónum henda, tá praktisk vitan spælir størsta leiklutin, samanborðið við tá meira av teoretiskari vitan er íblandað. (Kelda: www.gransking.fo)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Kelda: BLUE FAROE ISLANDS

Logo
Logo
Logo


Fylg okkara Facebook #:

Fylg okkara LinkedIn #:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page