top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

BFI | Stórur munur á Magnus Heinasyni og Jákupi Sverra

Helga Bára hevur verði óteljandi túrar við rannsóknarskipum føroyinga.



Helga Bára Mohr Vang er ættað úr Íslandi. Hon kom til Føroya at taka miðnáms útbúgving í Hoydølum. Hon fall so mikið væl til, at hon býr í Føroyum enn í dag.

 

Eftir miðnám tók Helga Bára eina bachelor í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, meðan hennara master bleiv tikin í Århus.

 

Hon varð liðug í Århus í 2014 og fekk starv á Havstovuni sama ár sum biologiassistent. Í 2017 fekk hon fast starv sum fiskifrøðingur.

 

Hon sigur um nakrar av avbjóðingunum, ið hon og aðrir fiskifrøðingar eygleiða, er keðiliga støðan hjá toskinum, men vísir kortini á, at glottar eru at hóma í vistskipanini. Fiskifrøðinganir vóna, at hesir glottar koma  at síggjast aftur í fiskastovinum um nøkur ár.

 

Helga Bára hevur verði óteljandi túrar við Magnusi Heinasýni og nú eisini Jákupi Sverra, har hon hevur gjørt nógvar stovnskanningnar. Í dag hevur hon ábyrgdina av yngulkanningunum.

 

Hendan kanning varð sett í verk í sjeyti árunum, tískil er ein hópur av hagtølum og dataserium, sum Havstovan hevur skrásett og arbeiðir við.

 

Tá ið Helga Bára samanber Magnus Heinason og Jákup Sverra, vísir hon, á at endamálið við Jákupi Sverra er enn hitt sama. Eisini vísir hon á, at siglingarætlanin er nærum óbroytt, men arbeiðsumstøðurnar eru ikki at samanbera. Tær eru so mikið broyttar, at Helga Bára kallar tær kollveltandi.  

 

Umborð á Jákupi Sverri er nú pláss fyri fleiri starvsfólkum, tískil er fleiri og betri møguleikar fyri kanningararbeiðinum, og harvið verður hvør arbeiðstími betri gagnnýttur.

 

 


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Kelda: BLUE FAROE ISLANDS

Facebook Logo
LinkedIn Logo
YouTube Logo
Instagram icon


Fylg okkara Facebook #:


Fylg okkara LinkedIn #:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page