Danmark - Nýtt gjald fyri cruiseskip kann kosta milliardainntøkur

Ætlanin hjá donsku stjórnini um at áleggja eitt ferðafólkagjald á 200 krónur fyri hvønn krydstogaferðandi kann fáa neiligar avleiðingar fyri havnir, lokalt vinnulív og arbeiðspláss kring alt Danmark.
Í einum felags kjakinnleggi í Børsen vísa borgarstjórarnir Jens-Kristian Lütken úr Keypmannahavn og Frederik Tolstrup úr Bornholm á, at krydstogaferðavinnan árliga skapar umseting fyri umleið 1,5 milliardir krónur.
Teir undirstrika eisini, at nærum helvtin av teimum skipum, sum leggja at í Keypmannahavn, eisini vitja aðrar danskar havnir.
Á Bornholm hevur krydstogaferðslan verið við til at styrkt handils- og vinnulívið í Rønne. Verða færri skipaanløg, kann tað merkja minni virksemi, lægri umseting og færri arbeiðspláss í bæði býum og lokalsamfeløgum.
Danske Havne deilir hesa stúran og ávarar um, at eitt nýtt krydstogtagjald kann veikja eina vinnu, sum skapar virði langt út um sjálvar havnirnar.
Tað er tí umráðandi at meta neyvt um avleiðingarnar fyri bæði høvuðsstaðin og restina av landinum, áðrenn slík tiltøk verða sett í verk.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Dankse Havne
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Shipping #Sjóvinna #FaroeMaritime #Fiskivinna #Maritimeindustry #FaroeIslands #Directory #Faroeislandsmaritimedirectory #faroeislandsmaritimebusinessdirectory #officialgatewaytotheFaroeseMaritimeIndustry #faroesemaritimeecosystem
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Sjóvinna #FaroeMaritime #Fiskivinna #Maritimeindustry #FaroeIslands #Directory
#Faroeislandsmaritimedirectory #faroeislandsmaritimebusinessdirectory #officialgatewaytotheFaroeseMaritimeIndustry #faroesemaritimeecosystem
.png)




















.png)
%20(1).png)
Comments