top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

DMAIB | Eivind sigldi á Flesjarnar – frágreiðing frá donsku skaðanevndini

Den Maritime Havarikommission, DMAIB, hevur almannakunngjørt frágreiðing um, hví línuskipið Eivind sigldi á Flesjarnar tann 2. august 2021.

(Mynd 📸 KVF)


Sambært frágreiðingini eru orsøkirnar tríggjar:


Eina orøkin var fjarstøðumetingin hjá skiparanum. Hann helt, at fjarstøðan til vitan á Flesjunum var størri enn hon veruliga var.


Ein onnur orsøk var tann, at skiparin ikki legði so stóran dent á elektronisku sjókortini, tí hann kendi farleiðina. Hann varnaðist ikki, at sjókortið boðaði frá grunnum vatni framman fyri stavn.


Triðja orsøkin var, sambært skaðanevndini, at skiparin prátaði við maskinmeistaran, meðan teir nærkaðust Flesjunum. Skiparin hugsavnaði seg tí ikki út í æsir um sjálva siglingina.


Hesar trý viðurskifti tilsamans gjørdu, at skipið sigldi á land.


Les eisini grein frá 4. august 2021: EIVIND | Nógvir tankar fóru ígjøgnum høvdið










Les frágreiðingina her hjá DMAIB Danish Maritime Accident Investigation Board í fíluni niðanfyri:













Eivind-grundstodning-2021
.pdf
Download PDF • 9.53MB




 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Commentaires


  LES GREIN