EVER GIVEN | Sleppur nú aftur at loysa 🚢
- Ólavur Í Geil

- Jul 5, 2021
- 1 min read
Heimskenda bingjuskipið Ever Given, sum tipti Suesveitina, tá tað setti seg fast, sleppur nú aftur at loysa, nú semja er gjørd um endurgjald.
🔸 Fylg skipinum á Marine Traffic her

Nú kann bingjuskipið, Ever Given, skjótt fara at sigla aftur, eftir at felagið, sum eigur skipið, og myndugleikarnir í Egyptalandi hava gjørt eina semju.
Skipið stóð fast í Suesveitini í seks dagar í marts, og hevur síðani verið afturhildið av myndugleikunum, sum vildu hava endurgjald fyri mistar inntøkur, skrivar Reuters.
Upplýst verður ikki, hvussu stórt endurgjaldið er, men myndugleikarnir kravdu upprunaliga 3,45 milliardir kr. í endurgjaldi, skrivar Reuters.



Kelda: Reuters og KVF









.png)
%20(1).png)

















Comments