FAROE DIVE | Fýra staðið royndirnar sum bjarginarkavari
Á middegi í dag stóðu fýra sløkkiliðsmenn frá Tórshavnar Sløkkiliði endaligu royndirnar, í samband við útbúgvinginga sum bjargingarkavari.

(Mynd 📸 Faroe Dive)
Kavararnir fáa nú møguleika og loyvi frá mynduleikunum, at arbeiða sum bjargingarkavarar í Føroysku tilbúgvingini. Vit ynskja við hesum at ynskja bjargingarkavarunum hjartaliga tillukku við prógvinum og bestu eydnu við arbeiðinum í tilbúgvingini. Á myndini síggja vit bjargingarkavararnar, eftir at seinasta royndin er avgreidd. Frá vinstru síggja vit Janus Joensen, lærari, Jógvan J. Joensen, hjálpari, Martin Sivertsen, Høgni Dam, Rógvi Danielsen, Andras Hammer og Heiðrikur Christiansen, próvdómari.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Faroe Dive
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentários