FAROE DIVE | Meining - Sjálvandi eigur heimsins norðasti vinnukavaraskúli, at fara undir at útbúgva frálandakavarar
- Ólavur Í Geil

- 9 hours ago
- 1 min read

Kavaraskúlin í Føroyum hevur loyvið frá mynduleikunum, at fara undir slíkar eftirútbúgvingar.
Frálandakavarar hava møguleika, at arbeiða niður á 50 metra dýpið. Hetta merkir at frálandakavararnir hava møguleika, at arbeiða heilar 20 metur djúpari enn t.d. kavarar ið hava SCUBA vinnuprógv.
Ein partur av frálandaskeiðnum inniber m.a. at kavarar venja at kava frá einari vátklokku, ið verður sjósett av einari LARS-skipan og at brúka trýstkømur á kavarastaðnum. Slíkar skipanir verða brúktar at betra um trygdina hjá kavarum, tá teir arbeiða djúpt og leingi.
Trygd hjá kavarum snýr seg um, at áhaldandi at kunna veita kavarum andingarevni, hóast avbjóðandi umstøður..
Hevur tú áhuga at uppstiga títt vinnukavaraprógv til frálandakaving, ert tú meir enn vælkomin, at seta teg í samband við føroyska vinnukavaraskúlan faroedive@faroedive.com
(Photo 📸 FaroeDive)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Faroe Dive, Janus Joensen
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #faroedive #Sjóvinna #FaroeMaritime #Fiskivinna #Maritimeindustry #FaroeIslands #Directory #Faroeislandsmaritimedirectory #UnderwaterWelding #DiverTraining #FaroeIslands #FaroeSea #Directory #Faroeislandsmaritimedirectory #MaritimeInnovation
Fylg LinkedIn #'s:









.png)
%20(1).png)
















Comments