top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FIRUM | Vinnarin av lutakastinum um 10.000 kr er funnin!

Jógvan Johannesen vann tær 10.000 krónurnar í lutakastinum.


Fríggjadagin 12. desember varð lutakastið hildið, og vinnarin gjørdist Jógvan Johannesen. Tað var hin 23. september at Jógvan fiskaði sílið við Sandsvatn á Sandi.







Jógvan hevur verið raskur at senda inn brævbjálvar, og í ár eydnaðist tað honum so at gerast tann hepni vinnarin.


Vit vilja minna á, hvussu týdningarmikið tað er, at sílafiskarar senda okkum brævbjálvar við sílaroðslu. Roðsla gevur okkum virðismikla vitan um síl, sum til dømis aldur og hvar tey hava hildið til.



Síðani 1. desember 2019 hava sílafiskarar havt møguleika at luttaka í árliga lutakastinum um 10.000 kr. Lutakastið er partur av verkætlanini um føroysk sjósíl, sum Firum skipar fyri, við stuðli frá Føroya Havbúnaðarfelagið.

 

Nýggj kapping í 2026


Tað er sannlíkt at verkætlanin um føroysk sjósíl heldur fram í 2026. Firum heitir tí framvegis á sílafiskarar um at senda inn sílaroðslu í bjálvum, eins og higartil. Í desember 2026 verður nýtt lutakast um aðrar 10.000 skattafríar krónur.


 

Kontaktpersónur: Kirstin Eliasen

Havbúnaðarfelagið fíggjar verkætlanina.

Úrslitini frá sjósílaverkætlanini 2024 kann lesast her.





(Myndir: Firum)




Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda og mynd: Firum

Fylg Facebook #'s:


Fylg LinkedIn #'s:


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page