top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

FIRUM | Virðismikil 'Vitan til varandi aling - VTVA 2024'

 Undirtøkan var avbera góð, og luttakarar vóru føroyskir granskarar, fakfólk úr alivinnuni og frá almenna myndugleikanum, umframt lesandi.


Herfyri skipaði Firum á triðja sinni fyri vísindaráðstevnu undir heitinum Vitan til varandi aling. Undirtøkan var avbera góð, og luttakarar vóru føroyskir granskarar, fakfólk úr alivinnuni og frá almenna myndugleikanum, umframt lesandi. Ráðstevnan varð hildin á Hotel Hilton, Tórshavn.


Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Firum, bjóðaði vælkomin, áðrenn Høgni Hoydal, landsstýrismaður í alimálum, setti ráðstevnuna.


Endamálið við ráðstevnuni er, at granskarar og fakfólk, ið sita á ymsum stovnum og fyritøkum, kunnu hittast og fáa høvi at viðgera og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit síni. Vitanin og úrslitini hava stóran týdning fyri bæði vinnu og myndugleikar, tí alivinnan er ein vitanartung vinna.


Á skránni hesaferð vóru 16 áhugaverdar framløgur, sum allar vórðu hildnar av granskarum við drúgvum royndum. Luttakarar fingu kunning um, hvat ið rørir seg á granskingarstovnum í Føroyum og í okkara grannalondum. Framløguhaldararnir vóru granskarar frá Havstovuni, Sjókovanum, Fróðskaparsetri Føroya, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, , Firum, sp/f Tari, sp/f RAO, –og Norges miljø- og biovitenskapelige universitet. Eisini legði Granskingarráðið nýggj føroysk hagtøl um gransking, menning og nýskapan.


Fleiri av framløgunum eru nú tøkar á heimasíðuni hjá Firum HER


Samanumtikið var ráðstevnan sera væleydnað. Nógv nýggj og áhugaverd vitan varð førd fram.


Tað er Firum sum skipar fyri ráðstevnuni, og sum liður í fyrireikingunum varð ein vísindanevnd sett, ið er mannað við granskarum frá føroyskum granskingarstovnum. Í nevndini sita Unn Laksá frá Sjókovanum, Eilif Gaard frá Havstovuni, Debes Hammershaimb Christiansen frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Bárður Joensen frá Fróðskaparsetrinum og Ása Jacobsen frá Firum.


Ráðstevnan Vitan til varandu aling er ein afturvendandi førusk vísinda ráðstevna.



(Mynd 📸 Firum)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Firum

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page