top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

FØROYA FISKIMANNAFELAG | Heiðursgávur handaðar

Teir hava siglt í ávikavist 50 og 57 ár



Leygardagin 9. november var heiðurgáva handað Hilmari Djurhuus, búsitandi á Strondum, og Aksel Thorsteinsson, úr Vági, á lítlari samkomu í Havn. Familja og onnur vóru við á samkomuni, har ábit fekst eftir handanina.


Tað var formaður felagsins, Jan Højgaard, sum handaði heiðursgávurnar til teir báðar. Teir fingu handað hvør sítt lummaur í sambandi við, at teir nú gevast í teirra yrki á sjónum. Teir hava siglt í ávikavist 50 og 57 ár.


Á myndini: til vinstru er Aksel Thorsteinsson, úr Vági og Hilmar Djurhuus, búsitandi á Strondum


Axel og Hilmar hava verið partur av manningini á Kambi, sum sakk sunnan fyri Føroyar tann 6. februar í ár, og Hilmar var við lagnutúrin.


- Føroya Fiskimannafelag takkar teimum fyri trúgva og langa tænastu. Felagið fer hervið at ynskja tykkum báðum góðan byr uppi á landi eftir so mong ár á sjónum, segði Jan Højgaard á samkomuni leygardagin.


Axel fór í 1967 - sum 13 ára gamal - at rógva út. Í 1971 mynstraði hann fyrstu ferð – tað var við Nýborg, og síðani tá hevur hann siglt.   


Hilmar fór fyrstu ferð til skips í 1973 sum 16 ára gamal. Hann fór tá við Ranafossi, sum fór ein saltfiskatúr á Flemish Kap.


Seinastu nógvu árini hevur hann verið við Kambi. Tað fekk, sum sagt, ein enda lagnudagin 6. februar í ár. Hilmar ætlar sær ikki aftur til skip


(Mynd 📸 fiskimannafelag.fo) 


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Fiskimannafelag.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Recent Posts

See All

Comentários


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page