top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FØROYSKA SJÓMANSMISSIÓNIN | Sigldu grót til Føroyar

Mánadagin, 28. februar, lá farmaskipið Hav Saga á Fuglafirði og lossaði grót til Fuglafjarðar havn. Tað ljóðar løgið, at neyðugt skal verða at flyta grót inn til Føroyar, men tað verður gjørt.

(Mynd 📸 Føroyska Sjómansmissiónin / Oskar Henriksen, skipari, og Aksel Vestergaard, stýrimaður)


-Ja, vit koma úr Norra við smágróti, eisini kallað nevagrót, tí støddin er umleið sum nevar. Tað verður lossað uppí lastbilar, sum koyra tað nakrar fáar metrar, tí tað skal nýtast til ífyllu, í samband við nýggja havnalagið, sigur Oskar Henriksen, skipari, á Hav Sagu.


-Vit fáa at vita, at tað er bíligari at flyta grótið inn enn at borða, spreingja og knúsa tað í Føroyum og koyra tað á staðið. Harafturat, er góðskan nógv betri á norska grótinum enn á tí føroyska, sigur Aksel Vestergaard, stýrimaður.


-Vit hava 2700 tons, so tað hevði verið ein góð løta at koyrt tað við lastbilum úr einum grótbroti til havnalagið. Tí er hesin hátturin nógv ómakaleysari, sigur Oskar.


Hav Saga fór av Fuglafirði til Neskeypstað á Eysturlandinum á Íslandi eftir last til Bremen í Týsklandi.


Oskar og Aksel siga, at teir høvdu verið umborð í útvið fimm vikur. Fyrstu vikuna var hampiligt veður, tá teir vóru í Póllandi og sigldu upp til Skagen. Síðani hevði veðrið verið serstakliga ólagaligt í Norðsjónum og her á okkara leiðum.


Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, har tíð var til prát, Guds orð og bøn.

(Mynd 📸 Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd 📸 Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd 📸 Føroyska Sjómansmissiónin)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Føroyska Sjómansmissiónin

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page