top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Untitled (940 x 280 px).png
Advent BFI NL ysing.png
Post: Blog2 Post

Sjóneykan á føroyska útróðurin

35 minutes ago
2 min read

Mikudagin 11. november kl. 14.00 skipar Ocean Cluster Faroes fyri tiltaki á Bátasavninum í Leirvík, har sjóneykan verður sett á føroyska útróðurin.


Við framløgum frá vinnu og gransking verða ymisk viðurskifti viðvíkjandi útróðri lýst og umrødd.


Søguliga hevur útróðurin havt sera stóran týdning fyri føroyska samfelagið, og hóast talið av útróðrarbátum er minkað seinastu áratíggjuni, so er hann enn ein týðandi partur av fiskiskapinum í Føroyum. Men hvussu hevur føroyski útróðurin broytt seg seinastu árini?


Hvat vísa tølini um veiðu, fiskidagar og virði, og hvussu uppliva útróðrarmenn sjálvir gongdina? Á tiltakinum verður støðan hjá útróðrinum lýst bæði við tølum og royndum frá fólki, sum starvast í og kring vinnuna.


Sigurgunn W. Várting, granskari á Sjókovanum, fer at geva eina støðulýsing av útróðrinum á føroyska landgrunninum við serligum denti á bólk 4 og 5. Hvussu hevur flotin broytt seg, hvussu er fiskiskapurin, og hvørjir munir eru millum útróðrarbólkarnar?


Við støði í hagtølum verður gongdin í útróðrinum lýst, og serligur dentur verður lagdur á toskaveiðuna, støddina á veidda toskinum og stovnsrøkt.


Heri Vang, útróðrarmaður, fer at greiða frá lívinum sum útróðrarmaður og hugleiða um útróðrarflotan og gongdina í vinnuni. Hann fer eisini at lýsa, hvussu tað er at vera útróðrarmaður í dag samanborið við fyrr, og hvat skal til fyri at skapa betri karmar fyri útróðurin.


Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, fer síðani at greiða frá eygleiðingum og mynstrum í prísi, gongd og góðsku í veiðuni hjá útróðrarbátunum.



Eftir framløgurnar verður høvi at seta spurningar og skifta orð um útróðurin. Sum vanligt endar tiltakið við einum góðum drekkamunni og práti.


Øll eru vælkomin, men neyðugt er at skráseta seg á heimasíðu Sjókovans her (Leinkja: https://www.sjokovin.fo/tilmelding)


Um Ocean Cluster FaroesOcean Cluster Faroes er eitt netverk við endamálinum at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskum sjófeingisvinnum. Ocean Cluster Faroes skipar fyri tiltøkum um viðkomandi evni fyri føroyskar sjófeingisvinnur. Limir í Ocean Cluster Faroes eru vinnufyritøkur, granskingarstovnar og aðrir áhugapartar.



Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Sjókovin

Mynd: Sjókovin

Fylg Facebook #'s:


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page