top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FSN | Ársaðalfundur 2021

Ársaðalfundurin hjá Føroya Skipara -& Navigatørfelag verður á Hotel Hilton Garden inn tann 28. 12. 2021 kl 09:30. Byrja verður við innskriving og morgummati, dørurði verður kl ca 12:00

(Mynd 📸 FSN Facebook síðan. Á myndini, Annfinnur Garðalíð)


Aðalfundarinnkalling


Kæri limur,


Aðalfundurin hjá Føroya Skipara-& Navigatørfelag verður hildin, týsdagin tann 28. desember kl. 09.30, á Hilton Garden inn, Staravegur 13, Tórshavn.


§ 7 Aðalfundur 1. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki hjá FSN. 2. Atkvøðurætt hava bert limir, ið hava goldið limagjald fyri viðkomandi ár.


Dagsskrá:

A. Val av fundarstjóra

B. Frásøgn frá formanninum um virki felagsins í farna ári

C. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi

D. Val av nevndarlimum

E. Val av grannskoðara

F. Ásetan av limagjaldi

G. Støðutakan til innkomin mál

H. Ymiskt


Hesaferð standa 5 nevndarlimir fyri vali. Um tú ynskir at velja við brævatkvøðu til nevndarvalið, so kanst tú venda tær til skrivstovuna, senda meyl til fsn@fsn.fo ella ringja til +298 316973.


Aðalfundurin byrjar kl. 09.30,við innskriving og morgunmati. Ein steðgur verður uml. kl. 12.00, tá atkvøðurnar frá nevndarvalinum verða taldar. Í døgurðasteðginum verður borðreitt við GÓÐUM ábiti.


Á nevndarfundi í Føroya Skipara- og Navigatørfelag tann 29. oktober 2021, varð samtykt at skipa fyri einum orðaskifti á aðalfundinum, har møttu limirnir kunnu koma til orðanna, hvør á sínum øki. Ætlanin er at seta uml. 20 min av til hetta:

1. Fiskivinnan 2. Handilsvinnan 3. SSl (FMR)

Føroya Skipara- & Navigatørfelag gleðir seg, at síggja teg á aðalfundinum. Nevndin og starvsfólk ynskja tær og tínum kæru, eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár og vit takka fyri stuðul og gott samanhald í 2021.


Fundurin verður hildin, sambært almennu tilmælinum í samband við Covid-19, við atliti til frástøðu, hondreinføri o.a.


Vegna Føroya Skipara- og Navigatørfelag


Annfinnur Garðalíð, formaður

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: FSN

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page