FSN | Sáttmáli undirskrivaður millum KAF og FSN
Nakað viðv vaktargjøld, barsil og eftirsituløn kom í semjuna eisini.
(Mynd 📸 fsn.fo)
Í dag tann 14-03-2024 kl 12:00 hittust partarnir KAF og FSN í hølunum hjá
Semingsstovninum at viðgerða íkomnu støðuna viðv sáttmálasamráðingunum.
Fríggjadagin í síðstu viku royndi Semingsstovnurin at fáa semju millum partarnar, men tá til stykkis kom, so vrakaði KAF semingsuppskotið.
Partarnir vóru tá samdir at gevast men semingsstovnurin hevði samband millum partarnar. Í dag var kallað inn til semingsroynd aftur og nú bar til, nakað av tillaðingum blivu gjørdar og nýtt semingsuppskot lagt fram millum partarnar, báðir partarnir góðtóku semingsuppskotið.
Gjørd er ein trý ára avtala við støði í galdandi karmum sum eru ávikavist 3,8-4,2 og 4,75 % fyri trý ár. Nakað viðv vaktargjøld, barsil og eftirsituløn kom í semjuna eisini.
Sí semjuna her:
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag
Commenti