GRÁASTEIN | Birita við at vera klár til fiskiskap 🚢
Uppsjóvarskipið Birita var í gjár (17/11-21') royndartúr. Skipið kom á Havnina í síðstu viku, og skuldi riggast til at fara til fiskiskap. Eisini skuldi skipið endaliga yvirtakast á Havnini.
(Mynd 📸 Sverri Egholm)
Sambært Teyggjuni, sum er heimasíðan hjá Skipaskrásetingini, so hevur Birita ikki fingið øll loyvini uppá pláss enn. Hetta kemur tó væntandi uppá pláss fyrsta dagin, og so fer Birita helst á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, har hini uppsjóvarskipini royna í løtuni.
Birita er bygt í Norra í ár 2000, er 67 metrar langt og 13 metrar breitt og lastar umleið 2000 tons. Motorurin er ein 5,500 KW Wàrtsila.
(Mynd 📸 Sverri Egholm)
(Mynd 📸 Sverri Egholm)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Portal
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments