top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

GRÁASTEIN sp/f | Uppsjóvarskip keypt til Havnar 🥳

Smápartafelagið Gráastein í Havn hevur keypt norska uppsjóvarskipið Havfisk úr Noregi fyri 65 mió. kr.

(Mynd 📸 KVF)

Havfisk eitur nýggjasta uppsjóvarskipið í føroyska flotanum. Tað er smápartafelagið Gráastein í Havn, sum hevur keypt norska uppsjóvarskipið Havfisk úr Noregi fyri 65 mió. kr.


Skipið fiskar sild fyri norsku eigararnar í løtuni, men kemur til Føroya um eina viku ella tíggju dagar, sigur Birgir Lútzen í Gráasteini.


Havfisk er bygt í 2000. Felagið hevur mannað skipið.


Ango ætlar at keypa Junior

Hitt felagið, sum fekk uppsjóvarfisk, tí tey høvdu ætlanir um at keypa skip, Ango í Vági, hevur eisini keypt skip. Ango hevur keypt Junior úr Hirtshals. Junior var fyrr Nýborg, sum var í Vági í eina tíð.


Junior er eisini frá 2000. Skipið kemur til Føroya um eina viku, og skal eita Ango.

(Mynd 📸 KVF)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page