top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

HAGSTOVA FØROYA | Innflutningsvirðið, uttan skip og flogfør, minkað við 240 milliónum krónum

Innflutningurin fyri fyrstu níggju mánaðirnar av 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 8,7 milliardir krónur. Hetta er seks prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022. Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og skipum og flogførum.

Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.405,1 milliónir krónur fyrstu níggju mánaðirnar av 2023. Hetta er 301,4 milliónir krónur, ella 17,7 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.


Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 153,2 milliónir krónur meira, sum er 26,8 prosent vøkstur.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 148 milliónir krónur, ella 25 prosent.


Innflutningurin av vørum til Føroya stavar frá londum nær og fjar. Millum annað vísa hesi tølini, at vit flyta inn nakað av klædnavørum frá oynni Tuvalu í Stillahavinum og suðuramerikanska landinum Bolivia, og at helmingurin av mat- og drykkjuvørunum stavar frá Norðurlondum.

Innflutningurin verður flokkaður eftir upprunalandi umframt tveimum altjóða vøruflokkingum. Onnur er BEC (Broad Economic Categories), ið er altjóða flokking sambært endaligari nýtslu, t.e. tað, sum vøran vanliga fer til. Hin vøruflokkingin er SITC (Standard International Trade Classification), sum í høvuðsheitum flokkar vørur eftir upprunatilfari og framleiðslustigi. Framleiðslustig kann t.d. vera rávøra, hálvvirkað vøra og liðug vøra.


Orðalýsingar:

  • Innflutningsvirðið er gjørt upp í CIF (Cost Insurance and Freight). Tað merkir, at umframt virðið á vøruni, eru útreiðslur í samband við flutningin av vøruni taldar við í uppgjørda virðinum

  • Útflutningsvirðið er gjørt upp í FOB (Free On Board). Tað merkir, at útreiðslur í samband við flutning av vøruni ikki eru við í uppgjørda virðinum






(Myndir og grafar 📸 Hagstova Føroya)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Hagstova Føroya

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page