HAGSTOVA FØROYA | Innflutningurin sett met annan mánaðin á rað 📈
Updated: Jan 17, 2022
Fyrstu 9 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 6,5 milliardir krónur. Ongantíð fyrr er meira innflutt enn í ár. Tað skrivar Hagstova Føroya.
(Mynd 📸 Hagstova Føroya)
Innflutningurin til og við september er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 6,5 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 8,9% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 11,6%.
Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast eitt sindur minni er innflutt, so hava vit brúkt 35% meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør.
Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 207 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 38%.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Hagstova Føroya
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments