top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

HIDDENFJORD | 92 mió kr í vinningi

Nettosølan hjá partafelagnum Luna setti met við yvir 915 milliónum krónum í fjør. Tað skal samanberast við 644 mió kr ári frammanundan. Men framleiðslukostnaðirnir hækkaðu munandi, teir fóru úr 408 mió kr í 2020 til 549 mió kr í fjør, og starvsfólkakostnaðirnir vuksu eisini og endaðu á 114 mió kr í fjør, nærum 27 mió kr meira enn í 2020. Miðaltalið á starvsfólkum vaks eisini úr 202 til 260.

(Mynd 📸 Vp.fo // Skrivstovan hjá Hiddenfjord í Sørvági)


Samlaða ársúrslitið, eftir at nærum 21 mió kr vórðu lætnar í partafelagsskatti, endaði í fjør á 91,7 mió kr í mun til 29,4 mió kr í 2020. Fíggjarstøðan javnvigaði við árslok í fjør við nærum 1,3 milliardum krónum, og eginognin var nærum 848 milliónir krónur.

(Mynd 📸 Hiddenfjord // Aliringar hjá felagnum í Sandavági)


- Støðan við laksalúsini er sera álvarsom og ein beinleiðis hóttan ímóti føroysku alivinnuni, verður sagt í frágreiðingini. Og lagt verður afturat, at felagið gongur á odda fyri at herða stríðið ímóti lúsini, og at tann almenni myndugleikin fær heimildir at gera kunngerðir, sum eru nóg strangar, og at ansa eftir, at tær verða hildnar.


Luna hevur heimstað í Sandavági. Atli Gregersen er stjóri.

(Mynd 📸 Hiddenfjord // Atli Gregersen)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Vp. fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page