top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

HIDDENFJORD | Tvær altjóða virðislønir fyri burðardygd 🥇🥇

Harumframt er stjórin í Hiddenfjord, Atli Gregersen, í uppskoti sum "Business Leader of the Year til "edie Sustainability Leaders Awards", sum er størsta virðisløn fyri burðardygd í Stóra Bretlandi.

(Mynd 📸 KVF. Atli Gregersen)


Hiddenfjord hevur fingið tvær altjóða virðislønir fyri burðardygd.

Føroyska alifyritøkan hevur vunnið eina SEAL Business Sustainability Award úr USA, sum á hvørjum ári heiðrar tey nýskapandi átøkini fyri burðardygd kring heimin, sum gera størsta munin. Viðurkenningin er fyri, at Hiddenfjord gavst við at flyta laksin út í heim við flogførum. SEAL stendur fyri Sustainability, Environmental Achievement and Leadership og er ein av týdningarmestu heiðurslønunum fyri burðardygd í USA.


Átakið hjá Hiddenfjord er eisini viðurkent av Business Brilliance Awards í Stóra Bretlandi, har Hiddenfjord vann í bólkinum Environmental & Corporate Sustainability.


Harumframt er stjórin í Hiddenfjord, Atli Gregersen, í uppskoti sum Business Leader of the Year til edie Sustainability Leaders Awards, sum er størsta virðisløn fyri burðardygd í Stóra Bretlandi. Business Leader of the Year heiðurslønin er grundað á arbeiðið hjá Hiddenfjord fyri burðardygd og djóravælferð seinastu trý áratíggjuni.


“Okkara fremsta virði er burðardygd, og okkara grundhugsan er, at tað virksemi, vit hava í dag, ikki skal leggja fót fyri framtíðarvirksemi. Vit vilja, at alivinnan gerst uppaftur burðardyggari, soleiðis at vinnan fær bestu umstøður at virka undir í dag og í framtíðini. Alt okkara virksemi skal vera innan fyri karmar, sum náttúran setur, og í samljóði við náttúruna,” sigur Atli Gregersen.


Ein av fleiri grundgevingum fyri, at Atli er í uppskoti sum Business Leader of the Year, er, at Hiddenfjord er fyrsta alifyritøkan í heiminum at ala stór smolt á landi, sum styttir tíðina, laksurin er í sjónum, og harvið minkar um vandan fyri, at laksurin fær lús. Ein onnur grundgeving er, at Hiddenfjord er fyrsta alifyritøkan í Evropa at seta í verk eina serliga tøkuskipan, kallað ‘stress-free harvesting’ á enskum, ið tryggjar, at laksurin verður so lítið strongdur sum gjørligt, meðan hann verður tikin. Hetta er við til at geva laksinum hjá Hiddenfjord víða gitnu góðskuna. Harumframt er Hiddenfjord fyrsti laksaalari í heiminum, sum er givin at flyta laks við flogfari. Úrslitið er, at CO2-útlátið fyri langvegis flutning er minkað heili 94%, sum svarar til umleið 40.000 tons av CO2-eindum um árið.


Hiddenfjord hevur saman við føroyskum myndugleikum áhaldandi arbeitt fyri strongum og skilagóðum reglum fyri aling í Føroyum. Skipanin av alivinnuni í Føroyum hevur í mong ár givið íblástur um allan heim.


Tey, ið vinna edie Sustainability Leaders Awards, verða funnin mikudagin 2. februar 2022.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Tíðindaskriv portal .fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

1 comment

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page