JAN HØJGAARD HELDUR FRAM SUM FORMAÐUR Í FØROYA FISKIMANNAFELAG
Einans Jan Højgaard var í uppskoti og tí heldur hann fram tey trý komandi árini.
(Mynd 📸 fiskimannafelag.fo)
Freistin at stilla upp var úti í dag kl. 12.00
Formansval er triða hvønn vetur í Føroya Fiskimannafelag. Freistin at stilla upp var úti í dag kl. 12.00
Tá tíðin var úti var greitt, at einans Jan Højgaard er í uppskoti og tí heldur hann fram tey trý komandi árini.
Jan Højgaard, er av Nesi í Eysturoynni og er 59 ára gamal. Jan vann formanssessin fyrstu ferð á valinum veturin 2006 -2007 og hevur sitið í sessinum síðan.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Fiskimannafelag.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments