top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

JÚST SUM FØROYA FISKIMANNAFELAG YNSKTI

Allur Vesturheimurin samstarvar við russar, tí eiga vit at gera tað sama. Vit eiga ikki at ofra okkara borgarar í ein kensuligum stríði.



(Mynd 📸 fiskimannafelag.fo) 


Nú er avgerðin tikin, um at fara til samráðingar við Russland fyri 2025.


Í farnu viku ráðførdi landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd viðvíkjandi samráðingum við Russland um fiskiveiðiavtalu fyri 2025.


Svarið er viðgjørt, og avgerð er tikin um at fara til samráðingar við Russland um eina fiskiveiðiavtalu fyri 2025.


Samráðingarnar verða hildnar á talgildum palli í hesi vikuni.


Sum formaður í Føroya Fiskimannafelag, er tað mær ein stór gleði, at Fiskimálaráðið fekk heimildina, at at fara til samráðingar. 


Fyrst í november hevði eg hesa grein, í miðlunum, um felagsins støðu til russlandssáttmálan.


SETTU OKKUM Í SAMBAN VIÐ RUSSAR 


Tað vóru nógvir fiskimenn, sum hildu ondini, tá ið nýggjur fiskveiðusáttmáli skuldi gerast


Tað vóru nógvir fiskimenn, sum hildu ondini, tá ið nýggjur fiskveiðusáttmáli skuldi gerast millum Føroyar og Rusland seint í 2023. Fleiri flokkar ynsktu ikki at halda fram við avtaluni.


Ein avgerð sum kundi rykt lívsgrundarlagið undan nógvum fiskimonnum og húskjum teirra. 


Eg ógvaðist sum formaður í Føroya Fiskimannafelag.


Tað var tosa í ramasta álvara, um at slíta samstarvið við Rusland. Tað var ikki hugsa um okkara sjófólk, ið høvdu havið sum arbeiðspláss.


Her var heldur hugsa um tey herðaklapp, sum elitan niðri á meginlandinum fór at geva teimum fyri at ofra egið fólk.


Tí settu eg meg, sum formaður í Fiskimannafelagnum, í samband við russiskar fiskivinnumynduleikar, har sagt var, at vit vónaðu, at vit kundu halda fram við tí góða samstarvinum ið var landanna millum.


Russar svaraðu, at teir eisini vónaðu, at góðu viðuskiftini kundu halda fram. Teir løgdu dent á, at tað var umráðandi, at sjófólk teirra høvdu atgongd til føroyskar havnir og tænastur, so sum viðlíkahald, umskipan o.a.


Vandi var á ferð. Vit stóðu til at missa tey nýggjastu skipini, har okkara limir høvdu sítt lívsgrundarlag. Øll tey stóru frambrotini vóru við at fara fyri bakka, bara tí onkur vildi kvetta uttan at hugsa seg um.         


Hevði ætlanin veri framd, høvdu vit mist veiðurættindini í Barentshavinum og russiska marknaðin, sum hevur innflutt nógvan fisk úr Føroyum.


Vit hildu kortini tætt at kroppinum, fyri ikki at birta undir eldin, sum var kyndur fyri at gera enda á fiskivinnusamstarvinum við russar.


Enn hava vit skipini, og hava fingið nýtt nótaskip.


Allur Vesturheimurin samstarvar við russar, tí eiga vit at gera tað sama. Vit eiga ikki at ofra okkara borgarar í ein kensuligum stríði.


Jan Højgaard,

formaður í Føroya Fiskimannafelg

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Fiskimannafelag.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page