top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

KSS latið aliring til MOWI

Aliringur frá Scale AQ bygdur í Føroyum og latin MOWI á Sandsvág


ree


Ein nýggjur aliringur frá Scale AQ er latin MOWI á Sandsvág, og tað serliga við hesi verkætlan er, at ringurin er bygdur í Føroyum, í tøttum samstarvi millum Scale AQ og KSS.

Búrhella, ið er dótturfelag hjá KSS, hevur siglt aliringin til Sandsvág, har hann nú er latin MOWI.


Scale AQ er ein leiðandi veitari av aliringum og mooring-skipanum til alivinnuna, og hevur í fleiri enn 40 ár ment dygdarvørur, har serligur dentur er lagdur á styrki, trygd og góð úrslit.

ree

Hetta arbeiðið er eitt beinleiðis úrslit av nýggju samstarvsavtaluni millum Scale AQ og KSS, sum varð kunngjørd í november 2024. Avtalan styrkir tænastu- og veitingarmøguleikarnar hjá Scale AQ í Føroyum og gevur KSS ein týðandi leiklut sum lokalur samstarvsfelagi.


Við hesi verkætlan vísir KSS, at fyritøkan hevur førleikar at loysa stórar og krevjandi uppgávur.


Vit takka Scale AQ og MOWI fyri álitið og samstarvið, og síggja fram til fleiri spennandi verkætlanir í framtíðini.




ree
ree
ree

(Myndir: KSS)



Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo
ree



Kelda: KSS

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page