top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Laksatorgið verður leygardagin

Leygardagin er serstaka summartiltakið hjá Runavíkar Kommunu, Laksatorgið, aftur á skrá.


Stóra familjutiltakið verður nú leygardagin á Bakka á Glyvrum.


Í ár eru tað 25 ár síðani fyrsta Laksatorg og hesi árini hevur tiltakið ment seg nógv, bæði í stødd, staðseting og innihaldi. Sum vant, so vera tað hópin av ókeypis upplivingum til bæði stór og smá. Stórt sølutorg, alskins matur, tónleikur og undirhald á sjógvi og landi, umframt at Bakkafrost hevur bæði opið hús og skip.


Tað eru Runavíkar kommuna og Visit Runavík, sum skipa fyri Laksatorginum, við góðum stuðli frá Bakkafrost.


Øll eru hjartaliga vælkomin til ein góðan hugnaligan dag fyri alla familjuna.

Tiltakið byrjar kl. 10.00 og endar kl. 16.00.


Meira kunning á facebook síðuni hjá Laksatorginum.



(Mynd 📸 Visit Runavík)








(Mynd 📸 Visit Runavík)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Runavíkar Kommuna

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page