top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MASKINMEISTARAFELAGIÐ | Lima-appin og intranetið á gáttini

Updated: Feb 27

Maskinmeistarafelagið fekk í dag handað nýggja intranetið frá veitaranum Intra, og mánamorgunin verður lima-appin tendrað


(Mynd 📸 mf.fo)


Appin og intranetið verða miðdepil fyri samskiftinum millum limir og felag frameftir. Í appini er eisini limakortið, og uppi í tí hanga fleiri góðar avsláttraravtalur til ymiskar handilsfyritøkur og veitarar


Løtt og skjót atgongd til felagið og ómakaleys avgreiðsla. Tað eru leiðorðini, nú nýggja intranetið hjá Maskinmeistarafelagnum verða veruleiki.


Limirnir fáa atgongd til intranetið annaðhvørt við nýggju lima-appini hjá Maskinmeistarafelagnum ella á telduni við at rita seg inn á heimasíðuna hjá felagnum.


(Mynd 📸 mf.fo)


Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, lýðir á, meðan Reimund Langgaard, stjóri í Intra, greiðir frá nógvu møguleikunum við nýggja intranetinum og tilhoyrandi appini


Tað er Intra í Saltangará, sum hevur ment skipanina, og í dag vóru stjórarnir báðir, brøðurnir Jaspur og Reimund Langgaard, á gátt hjá Maskinmeistarafelagnum og handaðu lidna arbeiðið. Næstu dagarnar skal skipanin tó trýstroynast og møgulig brek rættast, men mánamorgunin klokkan 10 verður intranetið latið upp fyri limunum og appin virkjað.


Í appini er eisini eitt talgilt limakort, og við tí uppi á sær kunnu limirnir í Maskinmeistarafelagnum fáa avsláttur frá fleiri ymiskum handlum og veitarum.


Tá intranetið er tendrað, verður kunnað nærri her á heimasíðuni um ymisku funksjónirnar.


(GG: Trýst á myndirnar fyri at fáa myndatekstir fram)

(Mynd 📸 mf.fo)


Seinastu snøklarnir fingust upp á pláss afturvið einum kaffimunni og lagkøku

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo


Kelda: Maskinmeistarafelagið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page