top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Logos Hope | Júst fari úr dokk

Logos Hope - gamla Nørrøna - er júst sjósett aftur, eftir at hava ligið í dokk í góðar tvær vikur. Logos Hope er regluliga í dokk til viðlíkahald og umsjón.




Hesaferð var Logos í dokk í Durban í Suðurafrika. Arbeiðið tók góðar 2 vikur at gjøgnumføra og nú er Logos Hope í enn betri standið til at fullføra sína missón.


Ein hópur av føroyingum hava verið umborð á Logos Hope gjøgnum tíðina. Og framvegis eru føroyingar virknir í at stuðla tænastuni.


OM Føroyar vísir á at til ber at stuðla arbeiðinum við millum annað at stuðla við olju: OM skrivar millium annað:


  • Logos Hope siglir 14 túsund fjórðingar um árið. Kostnaðurin fyri oljuna er 16 milliónir krónur um árið. 9 milliónir verða brúktar, meðan skipið er í sigling og 7 milliónir, meðan skipið liggur í havn.

  • Tú kanst vera við í hesi tænastu við at stuðla “Fuel the Hope” átakinum og harvið hjálpa Logos Hope at halda á í tænastuni.– fyri kr. 150 um mánaðin gert tú tað møguligt hjá 40 fólkum at koma umborð á Logos Hope hvønn mánað, ella 240 fólk um árið.– fyri kr. 600 kanst tú bera kostnaðin fyri eina av teimum 14.365 sjómílunum sum skipið siglir hvørt ár.– fyri kr. 30.000 kanst tú bera kostnaðin fyri tveir heilar dagar í einari havn, har fleiri tíggju túsund fólk vitja umborð.

  • Stuðla einaferð ella ger eina fasta flyting umvegis heimabankan. Konto hjá OM Føroyar í Betri Banka: 9181 – 426.219.2 Viðmerk “Olja” .


(Mynd og video 📸 Logos Hope á facebook og om.fo)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Logo Hope

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page