MEININGAR | Ein løgin dagur í føroyskari vinnulívssøgu
- Ólavur Í Geil
- 13 hours ago
- 2 min read

(Mynd 📸 Bjarni Djurholm, vitlíki)
Effo gjørdi saman við Havsbrún eina vælgrundaða roynd at leggja um fra tungolju (eini 20.000 tons árliga) til grøna orku.
Hetta vildi minka føroyska CO2 útlátið við eini 10%.
Projektið hevur einki við SEV at gera. Yvirhøvur ikki í kapping við SEV, verður ikki íbundið netið hjá SEV.
Í staðin fyri at koyra 20.000 tons av tungolju upp gjøgnum skorsteinin hjá Havsbrún, er talan um framleiðslu av streymi at framleiða damp, sum skal brúkast til framleiðslu av sildamjøli og alifóðri.
Fyrsta lógin
Í 2007 legði eg fyri Løgtingið lógarupskotið um el-veitingarlóg, sum var stórt frambrot í sambandi við at fjølbroyta stirvnu skipanina, har SEV hevði honds- og haldsrætt yvir allari menning á el-økinum í landinum.
SEV var tá hart ímóti broytingunum (saman við kommunalu umboðunum), men Løgtingið samtykti tíbetur uppskotið, sum blev til lóg.
Hetta var fyrsta stigið av orðaða orkupolitikkinum at gera okkum minni heft at oljuinnflutingi og at følbroyta menningina til grønariorku í Føroyum.
Síðani er nógv vatn runnið á sjógv og vindur til spillis, ikki minst av tvørleikum at fáa hendur á orkuni, sum er um okkara leiðir.
Ræðið
Stóri spurningurin var, hvør skuldi hava ræðið á kritiska infrastrukturinum í Føroyum, tvs. hvør skal umsita og eiga vegir, net osfr.
Semja var um, at SEV, Føroya Tele osfr. altíð skulu hava ræðisrættin at skipa ferðsluna á undirstøðukervinum. Kortini við teirri viðmerking, at har skilagott er at einskildir operatørar bjóða seg fram, so skulu møguleikar vera fyri at taka av og finna loysnir fyri tí.

(Mynd 📸 KVF. skýggjamynd. Netvarp 2014)
Grundgevingin
Tað er tí sera undranarsamt, at Føroya Kærustovnur metir, at orðingin “netvirksemi” sum sambært lóggávuni verður lýst soleiðis: “t.e. flutningur av ravmagni frá framleiðslustað til brúkara” eisini umfatar flutningi millum ymiskar deildir hjá framleiðaranum sjálvum.
Altso verður “framleiðari” og “brúkari” defineraður sum sami persónur.
Tað hevur eisini verið vanlig fatan millum løgfrøðingar, at tað ikki er neyðugt við útboði, tá talan er um el-framleiðslu, sum ikki verður leidd inn á netið hjá SEV.
Lóggávan hevði hesa orðing: “Framleiðsla av ravmagni, ætlað til flutnings á elnetinum við loyvi eftir § 9, er einans loyvd við loyvi frá landsstýrismanninum”.
Í viðmerkingunum til hesa lógargrein verður m.a. sagt soleiðis: “Við hesi broytingini verður krav sett um, at øll elframleiðsla, sum ætlandi skal leiðast inn á elnetið hjá SEV, krevur loyvi”.
Hóast hetta greiða orðaljóðið meta bæði Umhvørvisstovan og Føroya Kærustovnur, at loyvi er neyðugt - sjálvt um projektið ikki framleiður eitt einasta kilowatt inn á elnetið hjá SEV.
Landsstýrið sigur einki
Tað eru sostatt ikki tey stóru samfelagsatlitini sum verða tikin av Umhvørvisstovuni og Føroya Kærustovni – og uppaftur minni í Løgtinginum.
Tað sum er uppaftur meiri undranarsamt er, at landsstýrið ikki hevur latið við seg koma í hesum málinum.
Talan er um stórmál, har samlaða CO2-útlátið minkar við 10%. Til stórt gagn fyri ímyndina og fatanina av okkara laksaútflutningi burturi í heimi.
Tað burdi í sjálvum sær verið orsøk til politiska handling, men so eiðasørt.
Viðhefta myndin er gjørd av vitlíki.
Bjarni Djurholm
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Bjarni Djurholm
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Tíðindi #Meiningar #BjarniDjurholm #Fólkaflokkurin
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Tíðindi #Meiningar #BjarniDjurholm #Fólkaflokkurin









.png)
%20(1).png)














