top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MEININGAR | Føroysk sjókort hava altíð veri tøk digitalt

Soleiðis ljóðar tað frá Jan Hammer Egholm, stjóra á Vikmar, nú felagið hevur fingið áheitan frá Umhvørvisstovuni, um “beinavegin” at fjerna øll botn data sum felagið hevur lagt frítt út til øll at nýta.

(Mynd 📸 Vikmar)


Í einum skrivi á Facebook tann 17/11-21', skrivar Jan H. Egholm soleiðis:


Føroysk sjókort hava altíð veri tøk digitalt

Líka síðan man byrjaði at brúka digital kort, fyrst sum bitmap og síðan í vektor formati hava føroysk kort verði tøk, eisini umvegis British Admirality.


Eisini hava frítíðar siglarar og øll onnur haft atgongd til hesi kort í nógv harrans ár.

Somuleiðis finnast fleiri APPir til telefonir og teldlar har øll kunnu ogna sær hesi kort.

So hetta er als ikki nakað sum fer at henda um nøkur ár, sum tað ljóðar á sjókort deildini á Umhvørvisstovuni, hetta er og hevur verði so í nógv ár.


Tosa um onnur lond, so kunnu vit hyggja eftir t.d. USA sum var fyrsta land at gera øll almenn sjókort ókeypis, hetta sama gjørdi t.d. Norra eisni her fyri og í 2019 gjørdi Ísland øll sjókort ókeypis á heimasíðu, har eisni føroyskt yvirsignlings kort (við káplum) er at sýggja veit ikki um Íslendingar fáa ordrar at sletta hesi?


Tað listir mær at vita hvat sjókort deildin á Umhvørvisstovuni meinar við, at frítíðar sigalarar eisni fara at kunnu brúka føroysk sjókort? Halló, vit eru í 2021!


Tíðanverri haldi eg at hetta bert vísir at Umhvørvisstova tíðanverri als ikki hevur vitan um hvat útgerð skip og bátar hava í dag og hava haft í nógv harrans ár.


Tey sum ynskja at sýggja almennu Íslensku kortini ókeypis, kunnu vitja hesa leinkju http://atlas.lmi.is/mapview/?application=LHG


Helt faktiskt at byrja við at ein føroysk sjókort deild fór at standa fyri at vit fingu betri og tryggari almenn sjókort, tí tað treingir harliga til, men ístaðin brúka teir orku uppá ein skjótt 100 ára gamla lóg sum er bæði látulig, ótíðarhóskandi og eftir minari meining, lýst av missgávum at verða galdandið í føroyum tá sjókort økið var yvirtykið.

(Mynd 📸 Vikmar)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page