top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

MEININGAR | Føroyskur havbotnur blivin Danskt militer økið!

Vikmar hevur í dag fingið áheitan frá Umhvørvisstovuni, um “beinavegin” at fjerna øll botn data sum vit hava lagt frítt út til øll at brúka!

(Mynd 📸 Vikmar)


1 Januar 2020 yvirtóku Føroyar sjókort og er hetta deild undir umhvørvisstovuni sum umsitur hetta.

Umhvørvisstovan vísir til §7 stk. Sum ljóðar soleiðis.: § 7. Før søopmåling til andre formål end fremstilling af søkort må foretages i farvandene omkring Færøerne, skal der indhentes tilladelse hertil hos energi-, forsynings- og klimaministeren. Til brug for ministerens afgørelse, om der kan gives tilladelse, skal ministeren indhente en udtalelse fra landsstyret og Forsvarsministeriet.


Tað sum eg eisni haldið verða ótrúligt her, er at tað var Tjóðveldið sum stóð fyri hesari yvirtøku, har man steðgar øllum uppmátingum og at hesar nú skullu hava góðkenning frá landsstýrinum og donskum militeri!!

Eg havið verði í hesi vinnu síðan 1997, og vit hava líka síðan tá selt tól til skip sum gera betur fiskikort og er hetta tey seinastu árini blivi standard umborð á øllum fiskiskipum, ja í dag verður hetta brúkt sjálvt av frítðarbátum eisini, tað má so merkja at alt hetta er nú eisni ólóligt? Tað kann ikki bara umfatað Vikmar?

Fleiri og fleiri lond gera sjókort ókeypis og tøk til øll at brúka, har t.d. USA var eitt av teimum fyrstu at gera hetta. Norra gjørdi tað sama fyri stuttum, og somuleiðis hava norskir mynduleikar og onnur langt eina rúgvu av há-upploysiligum botn data, tvs. Dýpir og slag av botni út til øll at brúka.

Sama er við Íslandi, og kann t.d. eisni nevna at Írland ger stórt arbeiði fyri at gera botndata allmenn og har tey eisini hava skrásett 100 tals vrøk og leggja kort av hesum út til øll at brúka.

Av heimsini høvum er bert uml. 20% skrásett og tí verður gjørt stórt arbeiði at savna hesi data inn í felag.

Men hvat sker í Føroyum??? Vit sum liva av øllum sum er í sjónum? Skullu vit ikki vita meira um havumhvørvið her hjá okkum????

Google Street View hevur tykið myndir av hvørjum króki í Føroyum, og á kortal.fo kunnu vit síggja alt hugsandið á landi, ja sjálvt El- og Telekaðlar til hvørt hús, og ja eisni niðan til kuplanir á sornfelli.

Og á sjónum mugu vit onki vita ella gera uttan loyvið frá landstýrinum og danska militerinum??

Kundi kanska skilt hetta um hetta var undir kalda krínum, men trúgv mær at tey sum ynskja at vita naka um botnin kring Føroyar hava langt síðani hesa kunning. Og hvat við droninum sum reka á land her? Hesar hava bert eitt endamál og tað er at gerða uppmátingar.

Haldi hetta verða sera álvarsligt og vóni at hetta alt er ein stór misskiljin, at handa danksa lógin er komin í gildið her?

Hvat siga føroyskir politikkarar til hetta? Vita teir í heilatikið av hesum? Er tað ikki nógv betur at vit øll sum havið við havið at gerða fáa nyttu av hesum data?? Jan Hammer Egholm

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page