top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
Untitled (940 x 280 px).png
Advent BFI NL ysing.png

Næmingar á vitjan hjá KSS

Fyrr í dag hevði KSS vitjan av næmingum úr 7.a á Skúlatrøð, sum fingu eitt spennandi innlit í arbeiðið hjá fyritøkuni.



Á vitjanini fingu næmingarnir høvi at síggja, hvussu arbeiðið verður skipað í gerandisdegnum, og hvørjar uppgávur starvsfólkini arbeiða við.


Eisini lærdu tey meira um tøkni, handverk og tær mongu møguleikarnar, sum vinnan bjóðar ungum fólkum.


Vitjanir sum hesar eru týdningarmiklar, tí tær geva teimum ungu møguleika at fáa innlit í arbeiðslívið og skapa áhuga fyri framtíðaryrki og lærlingaleiðir. Hjá KSS fegnast tey um at kunna lata dyrnar upp og vísa fram arbeiðsplássið fyri komandi ættarliðum.



Kanska vóru onkrir framtíðar lærlingar ella starvsfólk ímillum vitjandi næmingarnar.


KSS takkar 7.a á Skúlatrøð fyri góða og hugnaliga vitjan og ynskir teimum alt tað besta víðari.

(Mynd: KSS)


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo



Kelda: KSS

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page