top of page
Tíðindi: Blog2
ØLL EVNIR OG LEITING AV #'S
GREINAR EFTIR # FRÁMERKING:
NÝGGJASTA










MEST NÝTT #'s


Sjónám fær egnan stjóra
Mentamálaráðið hevur avgjørt at seta egnan stjóra á Sjónám í Klaksvík frá 1. januar 2027. Hetta merkir, at Sjónám fær sjálvstøðuga leiðslu eftir at hava havt felags leiðslu við Tekniska Skúla í Klaksvík síðani 2011. Ein av høvuðsuppgávunum hjá nýggja stjóranum verður at styrkja samstarvið millum Sjónám og Vinnuháskúlan. Endamálið er at gagnnýta útbúgvingar, lærarakreftir og útgerð betri og samstundis leggja eina felags ætlan fyri framtíðar samstarvið millum maritimu skúlarnar
6 days ago1 min read


Hvar liggur næsta milliardin í føroysku maritimu vinnuni?
North Atlantic Growth Summit 2027 skal styrkja føroyska kappingarførið Føroyar standa við einum avgerandi vegamóti. Vaksandi virksemi í Norðuratlantshavi, stórar íløgur í undirstøðukervi, grøna orkuskiftið og broyttar geopolitiskar fortreytir skapa bæði nýggjar møguleikar og nýggjar avbjóðingar fyri føroyska vinnu. Tað er í hesum samanhangi, at North Atlantic Growth Summit 2027 (NAGS 2027) verður hildið tann 29. apríl 2027. Høvuðsspurningurin á ráðstevnuni verður: Hvar liggur
Oct 72 min read


Mótmæli móti uppskoti um havnagjøld til almenn skip
Uppskotið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 um at leggja havnagjøld á skip hjá Strandferðsluni, Verkætlanum og Byggistýringini (V&B) og Havstovuni hevur vakt ónøgd í Tórshavnar Kommunu. Sambært uppskotinum skal lógarbroyting fremjast, sum merkir, at skip hjá Strandferðsluni, V&B og Havstovuni framyvir skulu rinda havnagjald, brúgvargjald og vørugjald. Endamálið er at økja inntøkurnar hjá landskassanum, men sambært býráðsliminum Annfinni Brekkstein kann uppskotið fáa álvarsl
Oct 22 min read


Tríggir nýggir maskinsmiðir útlærdir á KSS
Klaksvíkar Sleipistøð (KSS) hevur fingið tríggjar nýggjar maskinsmiðir, eftir at teir hava lokið sína fýra ára lærutíð. Boas Midjord Jógvansson, Heini Næs og Jónas á Bergi hava nú fingið lærubræv sum maskinsmiðir og eru klárir at taka næsta stigið í yrkisleiðini. Á KSS eru tey sera fegin um úrslitið og vísa á týdningin av at útbúgva nýggjar fakfólk til føroysku sjóvinnuna og vinnulívið. Felagið ynskir teimum trimum hjartaliga tillukku við próvnum og bestu eydnu í starvinum su
Sep 81 min read


Næmingar á vitjan hjá KSS
Fyrr í dag hevði KSS vitjan av næmingum úr 7.a á Skúlatrøð, sum fingu eitt spennandi innlit í arbeiðið hjá fyritøkuni. Á vitjanini fingu næmingarnir høvi at síggja, hvussu arbeiðið verður skipað í gerandisdegnum, og hvørjar uppgávur starvsfólkini arbeiða við. Eisini lærdu tey meira um tøkni, handverk og tær mongu møguleikarnar, sum vinnan bjóðar ungum fólkum. Vitjanir sum hesar eru týdningarmiklar, tí tær geva teimum ungu møguleika at fáa innlit í arbeiðslívið og skapa áhuga
Aug 131 min read


S/Y Blue Clipper vitjar á Trongisvágsfirði
Í sambandi við ferð um Norðuratlantshav "Venturesail" er vakra seglskipið S/Y Blue Clipper á vitjan á Trongisvágsfirði um vikuskiftið. Blue Clipper er eitt trímastrað skonnart – ein sokallaður “gaff schooner” – bygt í Svøríki í 1991 av “FEAB Marstrandsverken”. Skipið er 44 metrar langt og 7,4 metrar breitt, hevur stálskrokk, stál yvirbygning og dekk úr teak. Blue Clipper hevur eina bruttotonsu upp á 197 GT og verður drivið av eini Cummins dieselmotor. Hægsta ferðin er 9,5 sjó
Jul 82 min read


Jóhannes Atlason Rasmussen útlærdur maskinsmiður hjá KSS
Ein stórur dagur var hjá KSS, tá Jóhannes Atlason Rasmussen fór til próvtøku og kundi kalla seg útlærdan maskinsmið eftir fýra ára lærutíð. Við útbúgvingini hevur Jóhannes lokið eitt týdningarmikið skeið í yrkisleið síni og er nú enn ein av teimum dugnaligu handverkarunum, sum eru útbúnir hjá KSS. Á KSS leggja tey stóran dent á at læra ung fólk upp í handverkinum, og tí er tað altíð ein serligur áfangi, tá ein lærlingur nær málinum og fær prógv sítt. KSS fegnast um úrslitið o
Jul 61 min read


Nýggj app. Trygd og sjálvsýn – einfalt og skjótt
Frá 3. juli kunnu allir føroyskir útróðrarmenn taka niður trygdar-appið Agga ókeypis. Appið hjálpir fiskimonnum at fyrireika veiðitíðina og halda skil á trygdarmálum umborð — og ger teimum møguligt at gera árligu sjálvsýnina hjá Sjóvinnustýrinum av førum undir 15 metrum stavført og einfalt. Agga leiðir útróðrarmenn gjøgnum egna kanning og váðameting av bátinum og útbúnaðinum, goymir trygdarupplýsingar á einum stað og bjóðar trygdarundirvísing og útbúgving fyri nýbyrjarar. Tá
Jul 63 min read


Fimm nýggir vinnudykkarar lidnir á føroysku vinnudykkaraskúlanum
Aftast frá vinstru: Elias Zachariassen, censor, Oskar Jespersen, Kim Bille Gram og Janus Joensen, lærari. Fremst frá vinstru: Marner Ákason, Benjamin Magnason og Ólavur Johannessen. Í farnu viku løgdu fimm menn sínar síðstu próvtøkur á føroysku vinnudykkaraskúlanum afturum seg. Tveir teirra hava útbúgving sum SCUBA-dykkarar, meðan tríggir eru útbúnir sum yvirflatuveittir dykkarar. Eftir loknu próvtøkurnar vórðu næmingarnir avmyndaðir saman við censori, sum hevði eftirlit við
Jun 291 min read


19 skiparar fingu prógv á Sjónámi
Á hugnaligari prógvhandan á Sjónámi hósdagin 25. juni, fingu 19 skiparar prógv. Aftast frá vinstru: Sakaris Ludvík Súnason, Karstin Olgarsson Eysturskor, Jens Mortan Samson, Guttorm Simonsen, Ísakur Høgnason Vest, Hildebrand á Lakjuni, Birgir Sigurðsson, John Lassen Viðoy og Finnbjørn Vang. Fremst frá vinstru: Hálvdan Reginsson, Andrias Klein Joensen, Jónas Kallsberg Jacobsen, Jóhannes Ziska Henriksen, Jónas Hansen, Karstin Vang Vilhelm, John Tóri Thorsteinss
Jun 291 min read


Calls to restart oil exploration in the Faroe Islands grow stronger
Calls to restart oil exploration in Faroese waters are gaining renewed momentum, as political and industry voices increasingly point to both regional developments and global energy uncertainty as reasons to act. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, a member of parliament, has been among those urging action for several years. In a recent opinion piece, she stressed that support for renewed exploration now appears to be growing across the political spectrum. “More and more, both
Jun 223 min read


Nordic countries strengthen cooperation on civil security and emergency preparedness
Mynd: Leit.fo / Finnur Justinussen Cooperation among the Nordic countries on civil security and emergency preparedness is set to become significantly more coordinated and strengthened. This was agreed by the Nordic Ministers for Cooperation at a meeting of the Nordic Council of Ministers held in the Faroe Islands. The decision builds on extensive and ongoing Nordic efforts in this field, which are currently spread across a range of separate initiatives. With this new agreemen
Jun 162 min read


Maritim samansjóðing í eygsjón?
Svar frá landsstýrismanninum í mentamálum, Bárði á Lakjuni, upp á skrivligan fyrispurning á Løgtingi varpar nýtt ljós á støðuna hjá Sjónámi í Klaksvík. Samstundis sum svarið staðfestur, at ætlanin er at seta nýggjan leiðara, vísa tey eisini á eina størri og meira grundleggjandi gongd: møguligar bygnaðarbroytingar innan maritimu útbúgvingarnar í Føroyum. Leiðarsetanin sett á pausu Ein av høvuðsspurningunum var, hví ikki er lýst eftir nýggjum leiðara til Sjónám. Svarið frá land
Jun 113 min read


Er ein niðurlaging av Sjónámi at hóma í havsbrúnni?
Grein um fyrispurning mín, viðvíkjandi Sjónám: Stjórin í Sjónámi hevur sagt starvið frá sær, og síðani tá havi eg frætt, at ein fyribils leiðari er settur. Samstundis havi eg fingið at vita, at setanin av nýggjum leiðara fyribils er útsett, og harumframt at ætlanir eru um sparingar, sum kunnu fáa avleiðingar fyri tær útbúgvingar, ið Sjónám framyvir fer at bjóða. Tað, sum serliga vekir stúran í sinni mínum, er, at Sjónám møguliga ikki longur skal bjóða fulla skiparaútbúgving,
Jun 52 min read


"Nú mín tíð sum leiðari á Sjónámi er komin at enda, vil eg nýta høvið at bera fram eina hjartans tøkk."
Brandur í Funningsstovu: Nú mín tíð sum leiðari á Sjónámi er komin at enda, vil eg nýta høvið at bera fram eina hjartans tøkk. Tað hevur verið mær ein heiður at leiða hendan góða stovn seinastu góðu seks árini. Eg eri takksamur fyri álitið, sum mær varð víst, og fyri samstarvið við dugnalig starvsfólk og stjóra umframt næmingar, skeiðsluttakarar og samstarvsfelagar sum hvønn dag arbeiða fyri at styrkja førleikarnar og trygdina hjá føroyskum sjófólki. Sjónám hevur ein týdninga
Jun 11 min read
bottom of page

.png)
.png)
%20(1).png)