top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Fimm nýggir vinnudykkarar lidnir á føroysku vinnudykkaraskúlanum

Aftast frá vinstru: Elias Zachariassen, censor, Oskar Jespersen, Kim Bille Gram og Janus Joensen, lærari. Fremst frá vinstru:  Marner Ákason, Benjamin Magnason og Ólavur Johannessen.
Aftast frá vinstru: Elias Zachariassen, censor, Oskar Jespersen, Kim Bille Gram og Janus Joensen, lærari. Fremst frá vinstru: Marner Ákason, Benjamin Magnason og Ólavur Johannessen.

Í farnu viku løgdu fimm menn sínar síðstu próvtøkur á føroysku vinnudykkaraskúlanum afturum seg. Tveir teirra hava útbúgving sum SCUBA-dykkarar, meðan tríggir eru útbúnir sum yvirflatuveittir dykkarar.


Eftir loknu próvtøkurnar vórðu næmingarnir avmyndaðir saman við censori, sum hevði eftirlit við royndunum. Úrslitið var sera gott, og bæði leiðsla og nevnd á skúlanum lata sera væl at avrikinum hjá næmingunum.


– Vit vilja ynskja teimum hjartaliga tillukku við hesum góða úrslitinum og ynskja teimum alt tað besta í teirra komandi starvsleið sum vinnudykkarar, siga tey frá vinnudykkaraskúlanum.



Eitt tekin um góðu støðuna í vinnuni er, at allir næmingarnir longu hava fingið arbeiðstilboð, eftir at teir hava staðið sínar próvtøkur. Hetta vísir, at stórur eftirspurningur er eftir fakfólki innan hetta økið.


Vinnudykkaraskúlin hyggur longu frameftir, og tann 21. september byrjar aftur eitt grundskeið í vinnudykkjing, saman við skeiði fyri yvirflatuveiddar dykkarar.


Áhugin fyri útbúgvingini heldur fram at veksa, og nógv bendir á, at tørvurin á útbúnun vinnudykkarum verður stórur eisini komandi árini.


(Myndir Faroe Dive)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo



Kelda: Faroe Dive

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page