OILWIND | Góð byrjan uppá 2022
Fyritøkan Oilwind, sum heldur til á Giljanesi, hevur fingið eina sera góða byrjan uppá 2022, og væntað tey, at seta met í søluni fyri januar og februar. Oilwind, framleiðir og mennir fiskireiðskap til fiskimenn um allan heimin.
(Mynd 📸 JN.fo / Agnar F. Joensen)
Fyritøkan er eftirhondini yvir hundrað ár og við góðum samstarvi við fiskimenn og veitarar hevur OILWIND í dag ment eina røð av vørum, sum ger fiskiskapin lønsamari. Í flottu hølunum hjá Oilwind eru nógvar snellir klárar at senda út til kundar.
Oilwind, framleiðir og mennir fiskiskap til fiskimenn um allan heimin.
Agnar Falkvard Joensen, rakstrarleiðari hjá Oilwind, sigur við okkum, at Oilwind hevur gott samstarv við kundar úr nógvum londum, nøkur ið kunnu nevnast, eru New Zealand, Australia, Suður Korea, Russland (Kamchatka), Argentina, Peru, Chile, Norður Amerika bæði á eystursíðuni heilt upp til Labrador og á vestursíðuni frá San Diego og upp til Sandpoint í Alaska, Grønland, Norra, Danmark.
Víðari sigur Agnar, at ein sterk síða hjá Oilwind er umhvørvið í Føroyum, har vit liva mitt í einari blómandi og sterkari fiskivinnu, og fiskimaðurin er altíð partur av vørumenningini hjá Oilwind. Hetta er eisini víðkað til fiskimenn í øðrum londum har tørvurin kann vera ørvísi. Tá hevur Oilwind kunna ment loysnir saman við fiskimonnum til júst teirra tørv. Eitt dømi kann nevnast automatiskar línuskipanir til flotlínu.
Eitt hjartamál hjá felagnum er at gera ein mun fyri fiskisamfeløg um allan heim, at veita dygdargóðan fiskireiðskap sum tryggjar teimum burðardyggan, tryggan og lønsaman fiskiskap nú og framyvir.
Snellan, sum er kend undir navninum Vágasnellan
Tann nýggjasta vøran, sum kann sigast at verða endurfødd, er tann góða, sterka og álítandi føroyska elektriska snellan. Vágasnellan verður hon eisini kallað. Henda nýggja snellan líkist sínum uppruna sniði, men hon er heilt nýggj bæði innan og uttan. Tað hevur verðið av alstórum týdningi, at design av snelluni og handverkið er á hægsta støði og ummæli higartil eru avbera góð.
- Sølan í Føroyum er byrjað, og snellur verða fluttar út í allan heim í hesum døgum. Eg eri sera errin av okkara starvsfólki, sum hava verði nærløgd og áhaldandi í menningini av henni. Samstundis eri eg eisini sera takksamur fyri Hans Jákup Davidsen úr Kvívík fyri hansara týðandi leiklut í at royndarkoyra snellurnar yvir eitt longri tíðarskeiði. Hann hevur verði fúsur at roynt hvørja broyting í snelluni, vit eru komin við, sigur Agnar.
Vit vóna a fiskimenn í Føroyum taka væl ímóti nýggju føroysku oilwind snelluni, sigur Agnar at enda.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: JN .fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments