top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Petur Larsen fegnast um nýútbúnar starvsfelagar


Petur Larsen hevur orsøk at fegnast, nú tveir av starvsfólkunum hjá felagnum, Sóley og Ábraham, hava lokið sína útbúgving.


Hjá felagnum verður dentur lagdur á, at framtíðin í vinnuni er treytað av dugnaligum og væl útbúnum fólki. Tøknilig menning, nýskapandi loysnir og framkomin útgerð skapa bert virði, tá tey verða stuðlað av førum og arbeiðssomum starvsfólkum.


Tí verður tað mett sum ein týðandi varði, tá starvsfólk menna sínar førleikar, røkka nýggjum málum og taka næsta stigið í yrkisleiðini.



Petur Larsen er errið av at hava verið partur av útbúgvingarleiðini hjá teimum báðum og gleðir seg at fylgja teimum víðari í yrkisligu menningini. Samstundis ynskir felagið teimum hjartaliga tillukku við próvnum og alt tað besta í framtíðar yrkisleiðini.


Útbúgving og støðug førleikamenning eru ein týðandi partur av arbeiðinum at tryggja føroysku vinnuni væl skikkaða arbeiðsmegi eisini komandi árini. Við starvsfólkum sum Sóley og Ábraham styrkir vinnan sítt grundarlag fyri framhaldandi menning og vøkstur.


Blue Faroe Islands ynskir teimum báðum hjartaliga tillukku við hesum stóra avrikinum. 


(Photos: Petur Larsen)





Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Petur Larsen


Fylg Facebook #'s:


Fylg LinkedIn #'s:


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page