top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

SENDISTOVA FØROYA | Vinnuvitjan úr Íslandi

Í komandi viku skipar Sendistova Føroya fyri vinnuvitjan í Føroyum, fyri íslendskar fyritøkur ið starva innan alivinnu og bláa tilfeingisvinnu.

Í døgunum 4.-8. apríl skipar Sendistova Føroya fyri vinnuvitjan í Føroyum, fyri íslendskar fyritøkur ið starva innan alivinnu og bláa tilfeingisvinnu. 10 av størstu íslendsku alifyritøkunum luttaka, og matvøru-, fiskivinnu- og landbúnaðarráðharri, Svandís Svavarsdóttir, tekur lut í vitjanini.


Vitjað verður runt í landinum, har føroyskar alifyritøkur taka ímóti hópinum og greiða frá um sínar fyritøkur. Tvey tiltøk verða eisini, har føroyskar og íslendskar fyritøkur hittast, sonevnd B2B tiltøk, og hava tey har høvi at hittast til stutt prát um møguligar samstarvsmøguleikar.

Vinnuhúsið skipar fyri einum hálvdags seminari við framløgum og frágreiðingum, serliga innan alivinnu og framtíðar møguleikar, og harumframt fer hópurin at vitja 11 føroyskar fyritøkur, ið hava serkunnleika sum veitarar til alivinnuna. Vitjað verður í Fuglafirði og Klaksvík, og taka kommunurnar har væl ímóti gestunum og taka lut í at fyriskipa eina spennandi skrá.

Ráðharrin fer í sambandi við vitjanina at hitta og fundast við samstarvsfelagar sínar, Umhvørvis- og vinnumálaráðharra Magnus Rasmussen og Fiskimálaráðharra Árna Skaale. Fyritøkurnar eru: Arnarlax, Arctic Fish, Lax-inn, Háafell hf, Stofnfiskur hf, Lindarfiskur hf, Landeldi ehf, Sjótækni, HPP Solutions, Geo-Salmo. Íslandsstofa (Business Iceland) og Vestfjarðastofa eru eisini við, umframt ráðharran og fylgi úr ráðnum og umboð fyri MAST, heilsufrøðiligu starvsstovu Íslands; íalt 37 fólk eru í ferðalagnum. Í sambandi við vitjanina verður eisini undirritað avtala millum Arnarlax og KJ Hydraulik um bygging av stórari tvíkilju.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Portal .fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comentarios


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page