SJÓVINNUSTÝRIÐ | Skaðanevndin: Skiparin á Vesturbúgvanum sovnaði
Danska skaðanevndin, Den Maritime Havarikommission, er liðug at kanna óhappið hjá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Niðurstøðuna og rapportina finnur tú í leinkinum niðanfyri.
(Mynd 📸 Skipalistin)
Skiparin á Vesturbúgvanum sovnaði, tá skip hansara var á samanstoytskós og rendi á Eysturbúgvan.
At skiparin svav, er tað sama sum, at eingin var á brúnni. Skiparin sovnaði, tí hann hevði sovið ov lítið undanfarnu dagarnar, tí Vesturbúgvin var á skipasmiðju, tí tøkniligir trupulleikar vóru og soleiðis, sum vaktarhaldið var skipað. Ávaringin á brúnni, sum skal siga frá í tílíkum støðum, var ikki tendrað.
Tað er niðurstøðan hjá donsku skaðanevndini, Den Maritime Havarikommission, sum kannaði óhappið tíðliga um morgunin 14. apríl, skírisdag, tá partrolararnir Vesturbúgvin og Eysturbúgvin stoyttu saman, og Eysturbúgvin sakk tíggju minuttir seinni á meira enn 500 metra dýpi. Vesturbúgvin fekk lítlan skaða.
Kundi kravt mannalív
Var sjógvurin bara komin í maskinrúmið og rúmini við síðuna av tí, var Eysturbúgvin ikki sokkin, sigur skaðanevndin.
Sjóvinnustýrið sigur, at niðurstøðan hjá donsku skaðanevndini er vantandi svøvnur, ikki nóg góður agi á brúnni, og tólini á brúnni vóru ikki brúkt nóg væl. Óhappið 14. apríl kundi í ringasta føri kravt mannalív. Sjóvinnustýrið fer nú at tosa við reiðaríini hjá fiskiskipum, so slíkt ikki endurtekur seg.
(Mynd 📸 Skipalistin)
Øll manningin bjargað
Óhappið hendi í ein útsynning sunnan, 120 fjórðingar úr Føroyum.
Allir sjey menninir á Eysturbúgvanum vóru bjargaðir um borð á Vesturbúgvan.
Óhappið hendi, tá skipini, sum partrolaðu, skuldu knýta bæði skip í trolið. Vesturbúgvin skuldi sigla móti Eysturbúgvanum.
Skaðanevndin sigur, at skiparin á Eysturbúgvanum hevði onga orsøk til at halda, at eingin var á brúnni á Vesturbúgvanum, tí Vesturbúgvin svaraði ikki Eysturbúgvanum, tí skiparin á Vesturbúgvanum svav.
Eysturbúgvin sakk, tí sjógvur kom inn á verksmiðjudekkið.
- Niðurstøðuna og rapportina finnur tú í leinkinum niðanfyri (trýst á mynd) 👇🏻
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið og KVF
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments