top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Skagen framvegis størsta fiskivinnuhavn í Danmark

Skagen Havn økti í 2025 sín marknaðarpart við tveimum prosentstigum. Hetta merkir, at heili 62 prosent av allari mongd av landaðum fiski í Danmark nú verður landað í Skagen. Eisini virðini av landingunum vuksu í 2025.



(Mynd 📸 Arkiv mynd)


“Vit fegnast um, at Skagen Havn aftur styrkir sína støðu sum størsta fiskihavnin í Danmark – hóast avbjóðingarnar í vinnuni við lækkandi landaðum mongdum sum heild.

Vit hava jaligar vónir fyri framtíðini. Vit taka 2026 ímóti við at betra um umstøðurnar hjá fiskimonnum við m.a. landstreymi undir landing og eini heilt nýggjari uppboðskaikanti (auktionskaj, red.) við størri dýpd,” sigur Willy B. Hansen, stjóri á Skagen Havn.


Í 2025 vórðu 423.797 tons landað, og samlaða virðið rakk næstan 1,75 milliardum krónum. Hetta gjørdi árið til eitt metár – bæði í mongd og virði. Tað eru serliga landingar av ídnaðarfiski, sum hava drigið vøksturin upp.


Kiloprisurin hjá fiski er hægri tvørtur um øll segment. Kortini er nøgdin av landaðari sild og botnfiski til matna lækkað. Hinvegin eru nøgdirnar av hummara og hvítafiski til matna á sama stigi sum í fjør.





Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram logo



Kelda: Maritime Danmark

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page