top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

SMYRIL LINE | Nýggj ruta úr Rotterdam í Hollandi

English version below

Smyril Line broytir rutunetið og ger eina nýggja rutu beinleiðis til og úr Rotterdam í Hollandi

Nýggja farleiðin við Akranes hevur við sær, at íslendskir og føroyskir útflytarar fáa nýggjar útflutningsmøguleikar við fráferðum mikukvøld úr Íslandi og hóskvøld úr Tórshavn beinleiðis til Evropa.

(Mynd 📸 LinkedIn síðan hjá Smyril Line)

Farmaskipið M/V Akranes fer nú at sigla eina nýggja leið millum Thorlakshöfn í Íslandi, Tórshavn og Rotterdam í Hollandi.


Akranes fer at sigla úr Íslandi mikukvøld, úr Føroyum hóskvøld og síðani gongur leiðin beinleiðis til Rotterdam. Komið verður til Rotterdam leygardag seinnapart, og fráferð verður úr Rotterdam leygarkvøld beinleiðis aftur til Íslands við komu mikumorgun.


Nýggja farleiðin við Akranes hevur við sær, at íslendskir og føroyskir útflytarar fáa nýggjar útflutningsmøguleikar við fráferðum mikukvøld úr Íslandi og hóskvøld úr Tórshavn beinleiðis til Evropa. Leiðin gevur eisini hópin av atkomumøguleikum til marknaðir nær og fjar.


Farleiðin við Akranes letur eisini upp fyri nýggjum møguleikum hjá íslendskum innflytarum, hesir fáa nú eina miðviku levering úr Evropa til Reykjavíkar økið. Ætlanin er, at fyrsta fráferðin við Akranes verður úr Rotterdam 20. november 2021.


M/V Akranes, var smíðað í 1998, á UMOE Sterkoder skipasmiðjuni í Norra. Skipið er 138 metrar langt og 23 metrar breitt. Smyril Line keypti skipið í desember 2019.

(Mynd 📸 LinkedIn síðan hjá Smyril Line)

(Mynd 📸 LinkedIn síðan hjá Smyril Line)


English version:

Smyril Line adds a new direct shipping route to and from Rotterdam in the Netherlands


Our freight vessel M/V Akranes will be servicing a new route between Thorlakshøfn, in Iceland´s West coast, Tórshavn and Rotterdam in the Netherlands.


Akranes will depart from Iceland Wednesday evenings and the Faroe Islands Thursday evenings and sail direct to Rotterdam. It will dock in Rotterdam Saturday afternoons and depart again on Saturday evenings bound directly for Iceland, which she will call Wednesday mornings.


Akranes´ new route gives Icelandic and Faroese exporters new export options with departures Wednesday evenings from Iceland and Thursday evenings from Tórshavn direct to Europe. This connection also adds a wealth of opportunities to access markets near and far.


The direct link creates exciting prospects for Icelandic importers, who can now receive mid-week deliveries from Europe in the Reykjavík area.


Akranes’ first planned departure from Rotterdam is on 20th November 2021.


M/V Akranes was built in 1998 at the UMOE Sterkoder in Norway. The ship is 138 m long and 23 m wide. Smyril Line purchased the vessel in December 2019.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Smyril Line og dagur.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page