top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

STARVSLÝSING | Sjóvinnustýrið: Leiðari til Sýnsdeildina

Vilt tú verja mannalív og seta kósina fyri trygdina á sjónum?

Sjóvinnustýrið leitar eftir einum sterkum leiðara við góðum evnum at leiða, ið samstundis megnar at planleggja og stýra virksemi, sum er á høgum tekniskum stigi.

Sjóvinnustýrið er eitt spennandi og gott arbeiðspláss, og í starvinum sum deildarleiðari fyri Sýnsdeildini fært tú møguleika fyri at skipa gerandisdagin, júst sum tú kanst hugsa tær. Í starvinum fert tú at samstarva og samskifta við føroyska vinnulívið og eisini við viðkomandi partar í øðrum londum. Sum leiðari fyri Sýnsdeildini fært tú høvuðsábyrgdina av virkseminum a Sýnsdeildini. Tú hevur beinleiðis tilvísing til stjóran og fært tískil eisini stóra ávirkan á, hvussu samlaða virksemið í Sjóvinnustýrinum verður skipað. Harumframt ert tú partur av leiðslubólkinum saman við stjóranum og hinum deildarleiðarunum.

Høvuðsuppgávurnar í Sýnsdeildini eru sýn av skipum og bátum, løggilding av klassafeløgum og undirveitarum, innflagging, vanlukkur á sjónum o.a. Í hesum sambandi er týdningarmikið at fylgja við í broytingunum í altjóða krøvum og at seta hesi í verk í samsvari við føroyska regluverkið.


Fyri rætta umsøkjaran er talan um góðar møguleikar fyri at geva íkast til menningina av Sjóvinnustýrinum. Harumframt eru talan um spennandi altjóða samstarv sum ger, at partur av arbeiðnum verður framdur uttanlands.


Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.a. síggjast í leiðaraprofilinum.



LØN OG SETAN Miðað verður eftir at starvið kann verða sett frá 1. september 2023, ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Starvið kann eisini vera lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Í starvinum kann møguleiki vera fyri, at vera við í vaktarskipanini hjá Sóvinnustýrinum.



UMSÓKN OG UPPLÝSINGAR Tú søkir starvið við at trýsta her.


FREIST

Umsóknir skulu verða Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 14. mai 2023.


Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Hans Johannes á Brúgv, stjóra á 211323, ella við telduposti: hansj@fma.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Sjóvinnustýrinum: www.fma.fo.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Sjóvinnustýrið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Kommentare


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page