top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Cruise vinnan skapti 87 mió. kr. í Århus í 2025



Ein nýggj greining vísir, at bæði krydstogtgæster og manningarlimir í 2025 hava latið eftir seg eitt munandi fíggjarligt íkast í Aarhus og nærøkinum. Í alt brúktu tey meira enn 87 milliónir krónur upp á mat, keyp, upplivingar og útferðir.


Sambært Ulrik Andersen, stjóra í Aarhus Havn, hevur hetta stóran týdning fyri býin:

“ Ferðafólk á ferðamannaskipum eru við til at styrkja bæði handil, mentanarlív og tær nógv ymisku upplivingarnar, sum gera Aarhus og økið áhugavert. Eisini hava vit gagn av, at skipini leggja at uttanfyri vanliga ferðavinnuskeiðið, tí tað skapar virksemi og inntøkur alt árið.”

Greiningin vísir eisini, at nógv ferðafólk hava eina positiva uppliving av Aarhus. Meira enn triðing hvør sigur, at tey fegin vilja koma aftur á eina vanliga feriu.


Hesi tøl staðfesta, at cruisevinnan hevur ávirkan langt út um sjálva havnina. Hon skapar bæði arbeiðspláss, øktan umsetning og vøkstur í lokalsamfeløgunum kring landið.


Tí er eisini ivasamt, hvørt tað er rætt leið at leggja eyka gjøld á ferðamannaskip, soleiðis sum uppskot hevur verið um. Royndir úr øðrum londum, eitt nú Íslandi, benda á, at slík gjøld kunnu hava við sær færri skipaferðslur, færri vitjanir og harvið minni inntøku – uttan at tað gevur týðandi umhvørvislig úrslit.


Skal málið vera burðardyggari sigling, tykist tað vera skilabetri at seta orku og íløgur inn á grønar loysnir, so sum landstreym.





(Mynd Blue Faroe Islands)


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Kelda: Danske Havne


Logo
Logo
Logo



Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page