top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

THE ALLIANCE | Økir nú kapasitetin á høvuðsfarleiðum

Updated: Feb 23, 2022

Í einari roynd at at basa stóru seinkingunum í veitingarliðunum, tekur The Alliance nú størri skip inn á týdningarmestu farleiðirnar, samstundis sum talið á bingjum verður økt. Tað skrivar TradeWinds.

Orsøkin til nógvu seinkingarnar eru drúgvu bíðitíðirnar í havnunum, og so bíða nøkur skip mangan í einari havn eftir øðrum skipum, sum aftur eru seinkað. Tað skulu fleiri og størri skip á farleiðunum við mest ferðslu hjálpa uppá saman við eyka bingjum.

Veruleikin er tann, at tað fer at taka nakað av tíð, áðrenn vit koma aftur til tað, vit kendu, sigur Rolf Habben Jansen, CEO í týska reiðarínum, Hapag-Lloyd.

Saman við ONE, HMM og Yang Ming er Hapag-Lloyd tað, vit kalla 'The Alliance'.

Millum størstu reiðaríini lógu Maersk, og Hamburg Sud, ið Maersk eigur, væl betur enn miðal í fjør. Reiðaríi MSC kom á triðja plássi.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: TradeWinds og Antares

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page