TÍÐINDI | Bingjugjøldini farin á himmalferð
Leiguprísirnir fyri at leiga bingjuskip ganga amokk í hesum døgum.
(Mynd 📸 Søfart / X-Press Mekong er leigað út fyr 1.135.617 krónur um dagin)
Bingjuskipið “X-Press Mekong” er leigað í 50 dagar fyri einki minni enn 175.000 $ USD um dagin. Tað eru 1.135.617,- krónur um dagin. Hetta er hægsti prísurin, nakar veit um fyri eitt bingjuskip á hesari støddini.
Millum aðrar leigusáttmálar, sum fólk í vinnuni hava lagt merki til, er ein leigusáttmáli, sum er gjørdur við bingjuskipið “Messina”, sum er 2.452 TEU stórt. Tað varð leigað fyri 80.000 dollarar, eitt sindur meira enn hálva millión krónur um dagin, í 12 mánaðir.
- Hesin kostnaðurin er avgjørt methøgur fyri eit skip á hesum støðinum, og sum er í tí aldrinum, tað er, nevniliga fyri eitt 25 ára gamalt skip, skrivar greiningarfyritøkan, Alphaliner.
Haraftrart siga óváttað tíðindi, at eitt Panamax-skip er leigað út í styttri tíð fyri 230.000 dollarar – ella umleið hálvaaðru millión krónur.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Søfart og Antares
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments