Ráðstevna 8 juni: Fiskur og framtíðin – møguleikar og avbjóðingar
- Eva Andrésen

- 22 minutes ago
- 1 min read
Á altjóða degnum fyri havið, mánadagin 8. juni, skipar formansskapurin í Norðurlendska ráðharraráðnum fyri eini spennandi altjóða ráðstevnu í Sjóvinnuhúsinum á Vestara Bryggju í Tórshavn.
Heiti á ráðstevnuni er: Fiskur og framtíðin – møguleikar og avbjóðingar
Evnið fyri ráðstevnuni er, hvussu framtíðarsamfelagið kann fáa mest møguligt virði úr tilfeinginum í sjónum?
Ráðstevnan fer í høvuðsheitum at fevna um:
Nýskapanartøkni og matvørur úr sjónum í ár 2026 – Fokus verður sett á nýskapandi tøkni innan fiskiskap og sunnar og burðardyggar matvørur úr sjónum
At eggja ungum at starvast innan framtíðar fiskivinnuna – Hvussu kunnu ungir spírar støðugt verða drignir at nýskapandi umhvørvi, ið skapa grundarlag fyri nýggjum vørum úr sjónum?
At endurbyggja fiskastovnar og burðardygg umsiting – Hvussu kunnu vit tryggja eina framtíðar burðardygga gagnnýtslu av havsins tilfeingi, og hvørjar royndir hava norðanlond fyri at endurbyggja fiskastovnar?
Fiskivinnan í ár 2050 – Hvørjar væntanir hevur framtíðar samfelagið til eina burðardygga fiskivinnu?
Sí fleiri upplýsingar á heimasíðuni hjá Nordisk Fiskerisamarbejde: 8. juni Konference Fisk og Fremtiden – Nordisk Fiskerisamarbejde
Nærri kunning um tilmelding, skrá og fyrilestrarhaldarar kemur seinni.

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: fisk.fo
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Tilfeingisogvinnumálaráðið #Fiskivinna #fiskfo #fiskivinnumálaráðið #ráðstevna
Fylg LinkedIn #'s:
.png)
%20(1).png)

















Comments